Høgni trýr upp á tað

Venjarin hevur gott mót um, at royndu menninir saman við teimum, sum í fjør royndu seg fyrstu ferð í bestu deildini, nú hava royndirnar, ið skulu bera liðið longri fram

ÍF

Tá ið ÍF í fjør royndi seg aftur í bestu deildini, eftir at teir høvdu verið burturi frá toppinum síðani í 1999, vóru fleiri spælarar fyri fyrstu ferð í fremstu røð. Málið var at varðveita plássið í deildini, og tað eydnaðist. Tað var eitt sindur turbolent, áðrenn komið var á mál. Venjarin varð skiftur út í summarsteðginum, og hóast nýggi venjarin megnaði tað, sum tað varð vónað, at hann fór at verða førur fyri at gera, so avgjørdi ÍF í vetur, at tað enn eina ferð skuldi skiftast út á beinkinum. Nú hevur Petur Simonsen, sum telist millum royndastu venjararnar í landinum, ábyrgdina. Hann hevur umframt í Fuglafirði áður verið venjari á Skála, í B36, NSÍ, B68 og í Klaksvík:
- Eg haldi, at vit hava fólk til at varðveita plássið í bestu deildini. Vit áttu at havt møguleika at rokkið áttanda plássinum, og um tað fer at vita væl við, so kunnu vit røkka hægri enn so. Men tað skal arbeiðast nógv og væl, og vit kunnu ikki rokna við at fáa nakað fyri einki, staðfestir venjarin. Hann heldur tað vera møtimikið, at teir í tveimum teimum fyrstu týdningarmiklu umførunum skulu til Vágs. Eftir steypadystin pálmasunnudag í Vági skulu teir 2. páskadag aftur á Vágseið í fyrsta umfarinum í landskappingini.
- Tað bilar einki at spæla torføran útidyst í fyrsta umfarinum. Um vit fáa stig burtur úr vitjanini í Vági, so verður talan um góða byrjan. Um tað ikki fer at eydnast, so vita vit, at onnur eisini fara at missa har suðuri. Tá hevði tað verið uppaftur óhepnari, um vit í fyrsta umfarinum høvdu mist øll stigini á heimavølli ímóti eitt nú VB. Men vit fara til Vágs fyri at fáa úrtøku við til hús aftur, staðfestir Petur Simonsen.
Hvussu er uppleggið hjá tykkum til nýggja kappingarárið?
- Talan er um nýggja støðu. Vit fóru undir venjingarnar mitt í januar, og vit fara ikki at leggja lok á fyrrenn síðst í oktober. Eg havi ongantíð dult, at eg haldi, at broytta kappingin kom so at siga sum ketta úr høvdatrog omanyvir okkum, men vit royna at gera okkara besta. Eg havi verið venjari í mong ár, men eg haldi ongantíð, at umstøðurnar at venja hava verið so vánaligar, sum tær hava verið hesa ferð. Vit høvdu avrátt ellivu venjingardystir, men í fýra ella fimm førum bar ikki til at spæla, tí tað var kavi, ella tí at at tað var kolandi stormur. Tað hevði komið væl við at havt 2-3 vikur frá síðst í mars og nakað inn í apríl til síðstu fyrireikingarnar, men í tí sambandinum eru øll feløgini í sama báti.
Royndirnar skulu bera
Tá ið vit tosa við ÍF venjaran um, hvør uppskriftin hjá teimum er fyri at standa seg, so er hann ikki í iva um, at tað verða royndu spælararnir, ið skulu bera liðið. Her hugsar hann eitt nú um Bartal Eliasen og Poul Ennigarð, sum í venjingardystunum hava verið í miðverjuni, um Magna á Lakjuni í álopinum og um miðvøllin, har tað er ávís kapping um plássini. Hanus Eliasen hevur verið væl fyri í venjingardystunum, og eldri beiggi hansara, Símun Eliasen, hevur slept miðverjuplássinum, sum hann røkti í HB. Ætlanin hevur í fyrireikingunum til landskappingina verið, at Símun skal vera annar av tveimum sentralum miðvallarum. Tað var í hesum plássinum, at hann fyri átta árum síðani var á landsliðnum, og tað var í hesum plássinum, at hann í ÍF í síni tíð var málsøkin.
Í fjør spældi Høgni Madsen í hesum plássinum. Hjá ÍF er tað stórur saknur, at hann í ár valdi at flyta til Klaksvíkar, har hann millum liðfelagarnar hevur Karstin Joensen, sum í fjør vardi ÍF málið.
Saman við Símuni Eliasen er mest upplagda valið á sentrala miðvøllinum Høgni Zachariassen. Tá ið ÍF í fyrraárið flutti upp í bestu deildina, var Høgni Zachariassen millum góðu spælararnar, og í fjør mentist hann uppaftur meiri. Hann skoraði sjey mál í landskappingini, og í fýra av førunum var talan um frísparksstøður. At tað hevur gingið væl hjá Høgna Z, og at tað verður roknað við honum sást aftur í úttøkuni til venjingarleguna hjá landsliðnum í La Manga.
- Tað hevur gingið væl í fyrireikingunum. Hugurin at venja hevur verið góður. Tað skal ikki leggjast ov nógv í úrslitini í venjingardystunum, tí tá verða nógvar royndir gjørdar, og tað er ikki altið, at tað verður spælt við besta liðnum, men kortini hevur tað kenst hugaligt hjá okkum, at tað hevur gingið væl, heldur Høgni Zachariassen. Í La Manga var hann við í ein lítlan hálvleik í einasta dystinum á venjingarleguni hjá landsliðnum.
- Eg hugsi ikki um landsliðið, tá ið vit venja og spæla. Tað var hugaligt at fáa herðaklappið at verða tikin út til venjingarleguna. Nógvir spælarar eru at velja ímillum, og royndirnar telja nógv í altjóða høpi. Eg savni meg um avbjóðingina at vera við til at halda ÍF í bestu deildini og vónandi at lyfta liðnum eitt sindur hægri, enn tað eydnaðist okkum at koma í fjør. Um tað fer at eydnast, so fari eg at kenna kappingarárið at vera væl eydnað, og eg rokni við, at tað skal bera til, staðfestir Høgni Zachariassen.
Petur Simonsen sigur seg ikki ivast í, at tað fer at verða brúk fyri nógvum spælarum:
- Í tí sambandinum er tað hugaligt at staðfesta, at fleiri, ið ikki áður hava verið á besta liðnum, nú hava lagt nógv fyri í venjingunum og tískil eru betri fyri, tá ið teir fara at fáa møguleikan.