Heini O. Heinesen slapp ikki í landsstýrið hesaferð, hóast hann hevði sett tað sum ófrávíkiligt krav. Fjórða umboðið hjá Tjóðveldinum verður antin Olga Biskopstø ella Heidi Petersen
Tjóðveldið situr í hesi løtu á fundi, har avgerðin skal takast um, hvør skal umboða flokkin í landsstýrinum.
Tað verður so ikki Heini O. Heinesen. Tað váttar hann sjálvur fyri Sosialinum. Tað er ikki semju um, hvørji fólkini verða, men Høgni Hoydal og Tórbjørn Jaocbsen fara sambært Heina O. Heinesen í landsstýrið, og Bjørt Samuelsen hevur eisini fingið tilboðið. Hann visti ikki, hvør hin kvinnan verður, men tað verður helst annaðhvørt Olga Biskopstø ella Heidi Petersen.
Við Rás2 segði Heini O. Heinesen, at hann er sera vónsvikin av, at hann ikki fekk undirtøku at gerast landsstýrismaður.
- Eg eri sera skuffaður av, at eg bara fekk mína egna stemmu til at blíva landsstýrismaður. Eg stillaði ikki upp fyri sjálvur at koma fram, men tí at eg helt meg hava okkurt at bjóða. Eg fekk eisini fleiri atkvøður enn fleiri av teimum, sum nú skulu í landsstýrið, hesum eri eg sera skuffaður av, sigur Heini O. Heinesen, sum fór fundinum hjá Tjóðveldinum, áðrenn fundurin var liðugur.
Heini O. Heinesen vónar nú, at hann verður formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum. Verður hann eisini vrakaður har av sínum egnu, veit hann ikki, hvat fer at henda ? og um hann fer at stuðla samgonguni.










