Høgni telvdi vakrasta talvið

Talvið varð vunnið við hvíta fólkinum ímóti Hjalta Toftum Jógvanssyni. Báðir eru teir álopstelvarar um ein háls og tí kom tað ikki óvart á, at júst hendan orrustan gjørdist eitt satt fýrverk, men har Høgni var neyvari og hegnisliga flutti røttu leikirnar í avgerðandi løtunum.

 

Navnframi og fyrrverandi FM-vinnarin í talvi, Torkil Nielsen, sum skipaði fyri FM í Sandavági, handaði soninum steypið fyri avrikið á talv-gallaveitsluni við Gjógv leygardagin.

 

Altjóða meistararnir IM Helgi Dam Ziska og IM John Rødgaard tóku dagar ímillum innkomnu uppskotini til vakrasta talvið 2010.