Høgni tekur sæti á Christiansborg

? Tað er við ambivalentum kenslum, at eg nú taki sæti á Fólkatingi. Endamálið hjá okkum er, at vit ikki skulu hava hesa umboðanina, og tí er tað er ein andsøgn í sær sjálvum, segði formaður Tjóðveldisfloksins Høgni Hoydal, tá hann loysti Tórbjørn Jacobsen av í Fólkatinginum

Seinastu tjúgu mánaðirnar av hesum valskeiðnum verður tað Høgni Hoydal, sum saman við Lisbeth L. Petersen fer at umboða Føroyar í Fólkatinginum. Tórbjørn Jacobsen hevur sum næst valdi á tjóðveldislistanum røkt starvið, meðan Høgni Hoydal sat í landsstýrinum, men tá Tjóðveldisflokkurin endaði í andstøðu eftir seinasta løgtingsval, fer Høgni nú aftur á Fólkating.
Grækarismessudag var lítil samkoma á Christiansborg, sum markeraði vaktarskiftið í Norðuratlantsbólkinum.
Nýta allar møguleikar
Tjóðveldisflokkurin hevur eitt ambivalent forhold til umboðanina á Fólkatingi, tí flokkurin í veruleikanum stríðist ímóti eini slíkari umboðan. Men Høgni Hoydal rættvísger umboðanina við at vísa til endamálið.
? Tjóðveldisflokkurin vil nýta allar møguleikar fyri at røkka okkara endamáli. Hetta er eitt kærkomið høvi, har vit kunnu vísa dønum, hvat sjálvstýrisrørslan í Føroyum stendur fyri. Nógvir danir og danskir politikarar vita ógvuliga lítið um Føroyar, og vit vilja greiða teimum frá, at tað er ikki ein spurningur um at vera ímóti Danmark, men hinvegin um at vinna fult sjálvræði, greiðir Høgni Hoydal frá, tá hann verður spurdur nærri um tað prinsipiella í umboðanini.
? Vit halda, at Føroyar ikki eiga at hava sess í danska tinginum, og at Danmark einki lóggávuvald eigur at hava í Føroyum. Vit sita her við tí endamáli at avtaka sessin, leggur Høgni Hoydal afturat.
Tað var fyrst í sjeytiárunum, at Tjóðveldisflokkurin broytti støðu og stillaði upp til fólkatingsval, eftir at flokkurin tey fyrstu árini ikki vildi vita av tí føroysku umboðanini í Keypmannahavn. Erlendur Patursson varð valdur tvær ferðir- í 1973 og 75 - men síðani hevur Tjóðveldisflokkurin ikki verið umboðaður í Danmark fyrr enn við síðsta val í 2001.
Norðuratlantsbólkurin
Høgni Hoydal stovnaði saman við teimum báðum grønlendsku fólkatingslimunum, Kuupik Kleist úr Inuit Ataqatigiit og Lars-Emil Johansen úr Siumut, Norðuratlantsbólkin, og hesir tríggir umboða nú ein sjálvstøðugan tingbólk.
Endamálið hjá bólkinum er at arbeiða fyri føroyskum og grønlendskum sjálvstýri á Fólkatingi.
? Fólkatingið er eitt sera væl skipað parlament. Ein slíkur bólkur fær ógvuliga góðar fíggjarligar karmar at arbeiða undir, og tað gevur bólkinum nógvar møguleikar í sínum politiska virksemi, greiðir Høgni Hoydal frá.
Bólkurin hevur tí sett ymsar kanningar í verk. Eitt nú hevur bólkurin kannað fólkarættarligu støðuna hjá Føroyum, og tann kanningin verður almannakunngjørd einaferð í vár. Eisini eru ætlanir um at kanna búskaparliga sambandið millum Føroyar og Danmark, og ein kanning um tey hernaðarligu viðurskiftini innanfyri ríkisfelagsskapin verður eisini leysliga nevnd.
Komandi mál
Høgni Hoydal hevur nakrar ætlanir, sum hann ætlar at føra út í lívið á Fólkatingi.
? Vit ætla at leggja eitt lógaruppskot fyri Fólkatingið, sum skal staðfesta, at Føroyar og Grønland eru tjóðir við teimum altjóða rættindum, sum tað gevur, sigur Høgni Hoydal. Endamálið er, at allar samráðingar millum Føroyar og Danmark mugu ganga fyri seg eftir altjóða spælireglum.
? Sum støðan er nú, kann danska stjórnin avgera alt. Tað er sum at spæla ein dyst uttan vøll og dómara, sigur Høgni Hoydal.
Spurdur um tað ikki bert er spæl fyri gallarínum at leggja lógaruppskot fyri Fólkatingið, sum eru deyðadømd frammanundan, svarar Høgni Hoydal, at fólkatingsbólkurin skal gera eitt umfatandi kunningararbeiði, áðrenn lógaruppskot verða løgd fram. Høgni Hoydal heldur fast við, at lógaruppskotini skulu vera realistisk, og møguleiki skal vera fyri einum positivum úrsliti sæð frá teirra sjónarhorni.
Hetta umfatar eitt sokallað lobby-arbeiði, har fólkatingslimir og ráðharrar fáa upplýsingar og kunning um málini, sum verða løgd fram til viðgerðar.
Harumframt hevur Norðuratlantsbólkurin ætlanir um at fáa eitt aðalorðaskifti í Fólkatinginum, sum skal útgreina, hví Danmark framvegis vil varðveita yvirvaldsrættin yvir Føroyum og Grønlandi.
Av smærri málum hevur hann ætlanir um at staðfesta tað føroyska málið sum eitt tjóðarmál og ikki bert sum eitt landspartamál. Hetta málið var frammi fyri nøkrum árum síðani, tá danska stjórnin í einum ES-sáttmála staðfesti, at føroyska málið er eitt økismál í tí danska ríkinum.
Táverandi landsstýri, sum Høgni Hoydal var partur av, kravdi, at danska stjórnin boðaði frá í ES-høpi, at føroyskt er tjóðarmál og almenna málið í Føroyum, men hesum sýtti danska stjórnin fyri.
?????????????


Fólkatingsumboðan síðani 1973

1973:Johan Nielsen, Javnaðarflokkurin
Erlendur Patursson, Tjóðveldisflokkurin
1975: Johan Nielsen, Javnaðarflokkurin
Erlendur Patursson, Tjoðveldisflokkurin
1977: Johan Nielsen, Javnaðarflokkurin
Pauli Ellefsen, Sambandsflokkurin
1979: Pauli Ellefsen, Sambandsflokkurin
(Johs. M. Poulsen meðan PE var løgmaður 1981-85)
Jákup Lindenskov, Javnaðarflokkurin
1981: Pauli Ellefsen, Sambandsflokkurin
Jákup Lindenskov, Javnaðarflokkurin
1984: Pauli Ellefsen, Sambandsflokkurin
Óli Breckman, Fólkaflokkurin
1987: Óli Breckman, Fólkaflokkurin
Atli P. Dam, Javnaðarflokkurin
(Jákup Lindenskov meðan A.D var løgmaður 1985-89)
1988: Óli Breckmann, Fólkaflokkurin
Pauli Ellefsen, Sambandsflokkurin
1990: Atli Dam, Javnaðarflokkurin
(Jákup Lindenskov meðan AD var løgmaður 1991-93)
Óli Breckmann
1994: Edmund Joensen, Sambandsflokkurin
(Johs. M. Olsen meðan EJ varløgmaður 1994-98)
Óli Breckmann, Fólkaflokkurin
1998: Óli Breckmann, Fólkaflokkurin
Jóannes Eidesgaard, Javnaðarflokkurin
2001: Lisbeth L. Petersen, Sambandsflokkurin
Høgni Hoydal, Tjóðveldisflokkurin
(Tórbjørn Jacobsen meðan HH var landsstýrismaður 1998-2003)