Høgni: Teir ungu stríddust manniliga

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við liðskiparan hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen

07 Vestur hevur í kvøld tapt 0-2 ímóti B36 í tí útsetta dystinum frá 16. umfarinum. Liðið er tó framvegis eitt stig frammanfyri AB, og 9. plássið verður bjargingin hjá 07 Vestur um B68 ikki flytur upp.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Høgna Egilstoft Nielsen, liðskipara hjá 07 Vestur.

 

Høgni Egilstoft Nielsen er ikki nøgdur við at tapa, men hann er glaður fyri stríðshugin teir ungu 07 Vestur spælararnir vístu í dystinum. 

 

Høgni slær fast, at teir í 07 Vestur hava fokus á at halda seg frammanfyri AB, og so má tíðin vísa um endaliga støðan í 1. deild røkkur til eina bjarging.

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av málunum hjá B36, og samrøðan Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg hoyrast HER