Høgni Hoydal setir í dag Bárði Nielsen tríggjar spurningar um hol í kapitalvinningsskattalógini. Hann heldur, at fólk taka pengar úr partafeløgum og smápartafeløgum, sum áttu at verið skattaðir
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Hvussu nógv smápartafeløg og partafeløg eru farin í sjálvbodna, solventa likvidatión frá 1. januar 2004 til 1. januar 2007, og síðani 1. januar 2007?
- Hvussu nógv smápartafeløg og partafeløg hava niðurskrivað partapeningin í somu tíðarskeiðum?
- Hvussu stórar upphæddir eru farnar úr feløgunum, og hvussu nógv hevur landskassin fingið í skatti av hesum?
- Hevur landsstýrismaðurin gjørt nakað til tess at kanna hesi mál og at tippa møgulig hol í lógini?
Hesar tríggjar spurningar, fær Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni Tjóðveldisfloksins á tingfundi í dag.
Høgni Hoydal vísir á, at vit í bløðunum í seinastuni hava sæð fleiri dømi um sjálvbodnar, solventar likvidatiónir av smápartafeløgum og partafeløgum.
- Samstundis eru dømi um, at nýtt felag verður stovnað við sama navni við fráboðan í sama blaði. At feløg, ið ikki eru insolvent ? altso feløg við virðum ? velja at fara í sjálvbodna likvidatión, kann hava skattatekniskar orsøkir. Tað kann vera ein háttur at sleppa undan at gjalda skatt av kapitalvinningi, sambært kapitalvinningsskattalógini, sigur Høgni Hoydal.
Hann vísir á, at sama er at siga, um feløg niðurskriva partapeningin.
- Og hetta eru júst nøkur av dømunum, ið landsstýrismaðurin varð spurdur um í skrivligum fyrispurningi fyri jól 2006, men har hann vísti øllum ivamálum frá sær, sigur Høgni Hoydal, sum tí spyr, um landsstýrismaðurin er vorðin klókari síðani og hevur gjørt nakrar kanningar og metingar um møgulig hol í kapitalvinningsskattalógini, sum mugu tippast beinanveg, um ikki landskassin skal missa stórar upphæddir.