Tað var dramatikkur til tað síðsta, og EB/Streymur satsaði alt teir áttu seinastu løtuna.
Tað gav úrslit, tá Høgni Zachariassen onkursvegna fekk beint bóltin í netið, so dysturin endaði 2-2.
Høgni Zachariassen gjørdi eisini tað fyrra málið hjá EB/Streymi, meðan tey bæði málini hjá NSÍ gjørdi fyrrverandi EB/Streyma-leikarin Karoly Potemkin.
NSÍ - EB/Streymur 2-2
0-1: Høgni Zachariassen
1-1: Karoly Potemkin
2-1: Karoly Potemkin
2-2: Høgni Zachariassen