Høgni sent dønum samkensluskriv

Fyrr í vikuni sendi Høgni Hoydal samkensluskriv í sambandi við bumbuálopið á donsku sendistovuna í Pakistan Høgni Hoydal, ráðharri í uttanríkismálum, sendi danska starvsbróðuri sínum Per Stig Møller samkensluskriv í sambandi við bumbuálopið á donsku sendistovuna í Pakistan.

?Hetta álopið kann ikki góðtakast undir nøkrum umstøðum. Sendistovur bæði standa fyri og umboða tað samskiftið, ið er grundleggjandi neyðugt fyri at byggja brýr millum heimspartar og mentanir.

Í longdini er júst samskifti einasta haldgóða vápn í stríðnum fyri at skapa frið og semju í heimssamfelagnum? skrivar Høgni Hoydal m.a. í skrivinum.

Vegna landsstýrið sendir Høgni Hoydal okkara samkenslu við offrunum og stuðul til Danmark í hesum málinum.