Í hesum døgum er Høgni Reistrup og hansara bólkur í Íslandi, har tríggjar konsertir eru á skránni, umframt framførsla í íslendska útvarpinum Rás2.
Høgni Reistrup gav í fjør út eina nýggja fløgu, og tá byrjaði eisini áhugin fyri at framføra í Íslandi.
-Longu tá vit tóku fløguna upp í fjør summar, tosaðu vit um at fara útum Føroyar við tónleikinum. Eg kannaði møguleikarnir, og tá Janus Rasmussen, sum hevur framleitt fløguna, longu hevur góð sambond í Íslandi, hugsaðu vit, at tað var upplagt at spæla nakrar konsertir har. Men tað, sum hevur verið avgerandi fyri, at vit valdu at fara avstað, er, at eitt nú Norðurlandahúsið í Føroyum hevur goldið ferðaseðlarnar til Íslands. Uttan hetta ískoytið hevði ikki verið gjørligt at farið á stutta konsertferð, greiður Høgni Reistrup frá.
Byrjað verður í annaðkvøld í Akureyri. Høgni Reistrup og hansara bólkur skulu spæla á einum staði, sum eitur Græni Hatturinn. Fríggjadagin spæla teir fyrst nøkur løg um dagin á íslendsku útvarpsrásini Rás2, og um kvøldið verður konsert í Gaukur á Stöng, sum er eitt spælistað í Reykjavík. Leygardagin spæla teir á einum vælumtóktum staði, sum eitur KEX. Tað er eisini í Reykjavík.
Aftrat sær hevur Høgni fingið Guðrið Hansdóttir, sum eisini skal framføra hesi kvøldini. Guðrið býr í Reykjavík og spælir nógvar konsertir í Íslandi.
-Fyrst og fremst er hon ein ótrúliga góð songkvinna og dugnaligur lagsmiður. At eg eri í Íslandi við bólki er eisini eitt gott høvi hjá henni at spæla enn fleiri konsertir, greiður Høgni Reistrup frá.
Hann sigur, at hann hevur leitað sær til Íslands, tí hann heldur, at tónleikurin riggar væl í Íslandi.