Høgni Reistrup á veg við fløgu

Føroyski sangarin og tónleikarin, Høgni Reistrup, arbeiðir í løtuni við nýggjari útgávu. Heitið á fløguni verður kunngjørt 09.10.09. Upptøkurnar til komandi útgávuna vórðu gjørdar í Føroyum í summar og eru so at siga av. Nú verður farið undir at ljóðblanda sangirnar. Tilfarið á fløguni er savnað saman seinastu trý árini, sigur Høgni Reistrup, ið leggur afturat, at allar yrkingarnar eru á føroyskum.

 

Sangirnir á fløguni verða øðrvísi samanborið við seinastu útgávuna. Umframt vanligu rútmisku ljóðførini verða fleiri klassisk ljóðføri, eitt lítið hornorkestur og Tórshavnar Manskór við á fløguni. -Sveinur Dam, ið spælir gittar á útgávuni segði við meg, at fløgan er gjarvari enn Hugafar á ferð, og eg má bara geva honum rætt, sigur Høgni Reistrup.

 

Høgni Reistrup gav sína fyrstu fløgu út í 2007. Útgávan fekk góð ummæli bæði í føroyskum og útlendskum miðlum.

 

Til ber at síggja avdúkingina av heitinum á fløguni á portalinum í komandi viku. Heitið verður avdúkað við einum stuttum filmi undir Kykmyndir.