Høgni Reistrup farin á flog

Útisetatrubadururin gevur í dag út sína fyrstu fløgu ?Hugafar á ferð?

Í dag kemur fyrsta solofløgan hjá Høgna Reistrup út. Á fløguni, ið ber heitið ?Hugafar á ferð?, eru tíggju sangir, ið Høgni sjálvur hevur smíðað orð og lag til. Tað er plátufelagið Tutl, ið gevur fløguna út. Upptøkurnar eru gjørdar í upptøkuhølinum hjá Terja Rasmussen í Nólsoy, og Finnur Hansen hevur ljóðblandað.

 

Tónleikararnir á fløguni eru í stóran mun teir somu, sum mannaðu vælumtókta prixbólkin Lawetz. Harafturat eru fleiri gestatónleikarar við á fløguni, harímillum ein strúki trio. Vakra fløguúsan hevur evnaríki listamaðurin Heiðrikur á Heygum evnað til.

 

Útgávukonsertin verður í Meiarínum mikudagin 18. juli.