Høgni og Pieta skiljast

Høgni Madsen hevur spælt sín seinasta dyst fyri Pieta Hotspurs FC, men vónar at finna nýtt felag á Malta.

 

Føroyski miðvallarin hevur síðani kappingarenda í Føroyum spælt við Pieta í næstbestu deildini á Malta. Samstarvið heldur ikki fram eftir jólaferiuna.

 

- Eg haldi ikki fram í Pieta Hotspurs. Venjarin vildi hava meg, men fíggjarliga røkkur tað ikki til hjá felagnum, og tað fær man ikki gjørt nógv við, sigur Høgni Madsen.

 

Høgni hevur fingið okkurt tilboð, men leitar enn eftir einum felagið.

 

- Í løtuni tyggi eg uppá okkurt tilboð her á Malta. Fyribils er tað bara eitt lið í triðjbestu deildini, sum satsar uppá uppflyting, og eitt felag úti í einari oyggini Gozo, ið spælir í sínari egnu deild, sum hava víst áhuga, sigur Høgni víðari.

 

Kemur einki upp á pláss fyrst í januar, so kemur Høgni aftur til Føroyar.

 

- Um einki ítøkiligt kemur uppá pláss innan 3-4. januar, so komi eg nokk heim aftur til Føroyar, har eg aftur fari at tosa við ÍF, sigur Høgni, sum eftir eina torføra byrjan í miðverjuni var fluttar fram á miðvøllin.

 

Høgni er fegin um at hann hevur valt at royna seg í maltesiskum fótbólti.

 

- Tað stutta av tí langa er, at eg stórtrívist og vónandi haldi eg fram á Malta til flytingarvindeygað letur aftur í Føroyum, sigur Høgni Madsen, sum also fer at halda jól á Malta.

 

Tveir teir seinastu dystirnar varð Høgni kosin til besta spælaran á vøllinum av sínum egnu viðpælarum.