Síggi í bløðunum Høgna Hoydal (HH) ávara móti Fólkaflokkinum - ja, heitt verður á fjøðlmiðlar og onnur, um at hava vakið eyga við landsstýrinum, soleiðis, at illgrunasamt virksemi ikki sleppur at henda áðrenn nýggj samgonga er skipað.
Og HH heldur fram, »at Tjóðveldisflokkurin var eitt slag av garanti fyri reinleika í landsstýrinum«.
At tað, sambært HH og tjóðveldinum, skuldi falla teimum í lut at umboða tað góða - tað er ikki hvørjum beskorið. Men vissan um, at teir ikki seta sítt ljós undir skeppuna, eigur so at sissa tey fjálturstungnu.
Henda sjálvlovprísanin, hetta pátikna treytaleysa nærlagni og klokkukláru mannagongdirnar munnu tó gera lív teirra strævið, soleiðis at liva í kroniskari tvístøðu, alsamt at vera tví- fyri ikki at siga trískinningar.
Fínt skal tað vera
Hesin leiklutur HH og tjóðveldismanna gevur hugsamband til sjónvarpsrøðina »Fínt skal tað vera«, har Hyacinth Bucket hevur óendaliga tráan eftir at verða beundrað og accep-terað. At blanda seg millum tey stóru og betra slagið, at byggja sín samleika á ein plastikkveruleika, sum nærkast tí tragikomiska.
Men kanska er atferðin hjá HH og tjóðveldinum at fjala upprunan og fortíðina, eins og hjá Hyacinth, har veruligi samleikin er Onslow og systurin, sum als ikki samsvarar við pseudotilveruna hjá Hyacinth.
Eins og Hyacinth, so fær tjóðveldið hábrøgd, tá flokkurin verður konfronteraður við upprunan og veruleikin verður avdúkaður.
Tí er umráðandi fyri HH og tjóðveldið at pynta seg við læntum fjaðrum og serfrøði og billa fólki inn, »at flokkurin var eitt slag av garanti fyri reinleika í føroyskum politikki«.
Fínt skal tað vera. Eg meini tað.