Høgni og Fremad á forsíðuni

At nógvir føroyingar búgva á Amager er eingin loyna, og í Amager Bladet hesa vikuna, hava ikki færri enn tvær av teimum sjey síðunum á forsíðuni føroyskt tilknýti.

Amager Bladet verður borið í hvørt hús á Amager og hevur eitt upplag á 91.319 eintøk. Fyrsta søgan er um at Peer F. Hansen gevst í fótbóltsfelagnum Fremad Amager, ið hevur føroyskar eigarar. Hin søgan er meira beinleiðis føroysk. Høgni Lisberg í sjálvur býr á Amager er sloppin á forsíðuna. Høgni spælir fríggjakvøldið í grannalagshúsinum á Jemtelandsgade, og Amager Bladet hevur valt hesa konsert til rokktilboðið hesa vikuna. Blaðmaðurin sigur: “Der lægges op til en ‘lækker lytter’” um konsertina.