Høgni noyðist at finna ein meiriluta

Um tað skuldi gingið ringast politiskt, og vit onga nýggja fiskiveiðiskipan fáa fyri 1. januar 2018, so er tað landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, sum kann leingja loyvini.

- Tað er neyðugt at hava eina galdandi fiskiveiðiskipan, soleiðis at fiskiflotin ikki liggur, um eingin nýggj lóg er komin í staðin fyri lógina, sum gongur út við ársenda, og tað er landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, sum situr við heimildini at leingja loyvini.

 

Tað sigur Elmar Højgaard, stjóri í Vørn. Hann vísir á, at tað nýtist eingin lógarbroyting til at leingja veiðiloyvini, um eingin fiskivinnunýskipan verður samtykt fyri 1. januar 2018, tí landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur longu í galdandi lóg heimild at endurnýggja loyvini.

 

- Landsstýrismaðurin hevur heimild í galdandi lóg at endurnýggja loyvini, og tað er løgtingið, sum ásetir fiskidagarnar sambært somu lóg, leggur hann aftrat.

 

Stjórin í Vørn sigur, at í grein 7 b í lógini um vinnuligan fiskiskap stendur, at veiðiloyvi, latin sambært hesi lóg, hava gildi til 1. januar 2018. Tá veiðiloyvi fer úr gildi, fella samstundis øll fiskirættindi burtur, herundir fiskidagar, egnir kvotupartar, egnar hjáveiðikvotur og onnur fiskirættindi, ið latin eru sambært lógini.

 

Elmar Højgaard vísir á, at í grein 7 c í somu lóg stendur eisini, at hóast ásetingarnar í grein 7 b kann veiðiloyvi verða endurnýggjað, um loyvishavari lýkur treytirnar sambært hesi lóg og treytum, ið settar eru í veiðiloyvið og fiskiloyvið.

 

- Í somu grein – grein 7 c – stendur eisini, at landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum kann áseta nærri reglur um mannagongd og fyrisiting í samband við endurnýggjan av veiðiloyvi.

 

Hetta merkir, sigur stjórin í Vørn, at landsstýrismaðurin hevur heimild í galdandi lóg at forða fyri, at øll fiskiveiða heldur uppat, um tað skuldi hent, at eingin fiskivinnunýskipan verður samtykt fyri 1. januar 2018.

 

Hann vísir á, at í uppskotinum til broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, tá tað kom í lógina, at loyvini skuldu fara úr gildi hin 1. januar 2018, stóð upprunaliga, at loyvini blivu longd, um eingin nýggj lóg kom fyri ta tíð.

 

- Men, ímillum tingviðgerðirnar kom ásetingin í lógina um, at ”landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um mannagongd og fyrisiting í samband við endurnýggjan av veiðiloyvi…”, sigur Elmar Højgaard.

 

Elmar Højgaard sigur, at neyðugt er at hava eina galdandi fiskiveiðiskipan, soleiðis at fiskiflotin ikki liggur, um eingin nýggj lóg er komin í staðin fyri lógina, sum gongur út.

 

- Tað er neyðugt hjá einum og hvørjum samfelag, at hjólini kunnu mala víðari, um politiski myndugleikin ikki semist um eina nýggja lóg ella framhald av verandi, og sambært grein 11 í galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap kann fiskifar ikki fara til vinnuligan fiskiskap uttan veiðiloyvi, sigur stjórin.

 

Í galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap stendur, at veiðiloyvi, ið verða endurnýggjað, hava gildi í fimm ár, og her stendur eisini, at "onnur veiðiloyvi, ið verða latin eftir 1. januar 2018, hava gildi í fimm ár.

 

Men, Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur fleiri ferðir sagt, at fiskiloyvini verða ikki longd, og tí noyðist hann at finna eina semju um nýggja fiskivinnunýskipan, sum ein meiriluti av Føroya løgtingi tekur undir við.