Høgni nýggjur fíggjarstjóri

Høgni D. Jakobsen verður nýggjur fíggjarstjóri á Bakkafrost og tekur við starvinum hin 1. apríl 2019.

Høgni D. Jakobsen verður nýggjur fíggjarstjóri á Bakkafrost og tekur við starvinum hin 1. apríl 2019.

 

Høgni D. Jakobsen, sum er 46 ára gamal, hevur drúgvar royndir frá leiðsluráðgeving frá donskum og altjóða fyritøkum og kemur úr starvinum sum Senior Partner í Quorum Consulting í Keypmannahavn.

 

Nýggi fíggjarstjórin hevur Master of Science í Business Administration og Computer Science frá Copenhagen Business School.

 

- Síðan 2015 hevur Høgni D. Jakobsen verið Senior Partner í Quorum Consulting. Hann var leiðsluráðgevi í PA Consulting Group frá 2004 til 2015, og frá 1998 til 2004 hevur hann verið ráðgevi, vinnumennari og verkætlanarleiðari fyri ymiskar ráðgevarafyritøkur.

 

Tað veit Bakkafrost at siga í tíðindaskrivi seinnapartin í dag.