Høgni Madsen við til Íslands

Høgni Madsen er nýggjasti spælarin í føroyska landsliðshópinum, sum sunnudagin 22. mars skal spæla vinardyst ímóti Íslandi í Kórinn-høllini á Kópavogi.

 

Í dag kunnger Fótbóltssambandið, at Høgni Madsen, sum í vetrarsteðginum skifti frá ÍF til NSÍ, skal avloysa Paula G. Hansen í hópinum, tí Pauli hevur givið avboð vegna skaða.

 

Høgni Madsen var nakrar ferðir við í landsliðshópinum í fjør, og hann er skrásettur fyri tveir A-landsdystir, sum vóru venjingardystirnir ímóti Estlandi og Portugal.