Fótbóltur
Eftir at teir fyri viku síðani vissaðu sær Jann Inga Petersen úr B68, hevur NSÍ fingið sær enn meira styrk til miðvøllin hjá Formula-liðnum hjá felagnum.
Í gjár varð nevnliga greitt, at Høgni Madsen fer at spæla fótbólt við Løkin komandi kappingarár. Høgni var í ár ein av avgjørdu lyklaspælarunum hjá ÍF, og hann var eisini partur av landsliðshópinum til nakrar dystir.