Dimmalætting skrivaði á heimasíðu sínari í gjár, at Høgni Madsen var givin í NSÍ. Hesa somu søgu endurgav Portalurin nakað seinni í gjár, men tað vísir seg ikki heilt at vera satt.
Sambært formanninum í starvsnevndini í NSÍ, Andrias Lamhauge, samráðast Høgni Madsen og NSÍ um teirra framtíðar samstarv í løtuni. Tað merkir so, at leikarin í verandi løtu er í NSÍ. Um Høgni Madsen framvegis er knýttur at NSÍ, tá samráðingarnar eru av fer tíðin at vísa, men formaðurin væntar, at hesar eru av seinni í dag.










