Leygarkvøldið klokkan 19:30 verður útgávukonsert við Høgna Lisberg í Trend Floor. - Tað er stuttligt, at tónleikur og klæði á henda hátt smelta saman, sigur Hans Olsen, ið rekur Trend Floor.
Sum nakað heilt serstakt, so hevur Høgni valt ymisk pløgg út, og keypir ein hesi, so er nýggja fløgan hjá Høgna við í keypinum.









