Føroyski sangarin Høgni "HOGNI" Lisberg hevur enn einaferð gjørt seg galdandi uttanlands á serstakan hátt. Sangurin "Soul Company" hjá honum er við í slóðbrótandi samrøðu við kendu sjónleikarinnuna Demi Moore á amerikansku sjónvarpsrásini ABC News.
Lagið hjá Høgna Lisberg er at hoyra, meðan tey presentera Demi Moore, sum er eini 20 sekund inni í videobrotinum. Tú kanst síggja samrøðuna við lagnum hjá føroyinginum í her:
##med2##
Í samrøðuni fortelur Demi Moore um nøkur viðurskifti í sínum hjúnarløgum, sum hon ongantíð hevur fortalt alment áður. Hon hevur verið gift við bæði Ashton Kutcher og Bruce Willis, sum báðir eisini eru heimskendir sjónleikarar, og her greiðir hon frá aldursmuni og øðrum viðurskiftum í tí sambandi, og hvussu hon byrjaði eina heilt nýggja trend.
##med3##












