Høgni Lisberg fylti spæliplássið

Høgni spældi fyri einum nærum fullum vølli av fólki frammanfyri tí minna pallinum við spæliplássi. Við eini væl smurdari rytmuboks í bólkinum afturat sær, slapp Høgni bara væl frá avrikinum
Eftir at norski bólkurin, Animal Alpha, var liðugur á sandinum, fór tað allarmesta av fólkinum niðan á spæliplássið har leirvíkingurin, Høgni Lisberg, skuldi á pallin.
Til fyrsta lagið komu allur bólkurin hjá Høgna heilt fram at kantinum við Brandi Jacobsen á elektroniskum trummum, og á ein heldur óvanligan hátt fangaðu áhoyrarnar. Fyrsta lagið var Desert, sum var eitt av lættara slagnum. Bólkurin, sum Høgni hevði afturat sær spældi framúr væl.
Nakrir av sangunum hjá Høgna fella serliga væl í oyrini. Og tað merkist eisini á áhoyrarunum, tá ið hittini verða spæld. Dømi um hesi eru Just Dig, Morning Dew og Léla, sum allir vórðu spældir.