Íslendingar vilja hoyra føroyskar tónleikarar syngja á føroyskum. Teimum dámar málið og tað verður hildið at ljóða væl og er kanska eisini í summum førum ?cool?. Hetta sæst t.d. á, at fyritøkur lýsa á føroyskum, til dømis Domino?s Pizza. Tó sleppa Týr og Clickhaze væl frá at syngja á enskum í Íslandi. Men hesir hava eisini løg á føroyskum, sum rættiliga hava sett ferð á føroysku bylgjuna í Íslandi.
Høgni Lisberg, trummuleikari í Clickhaze, gav fyri nøkrum mánaðum síðani út fløgu, har hann roynir seg á egnum beinum. Fleiri útlendskir ummælarar hava føgur orð at bera útgávuni, men tað venda vit aftur til í seinni grein, - fyrst vita vit hvat íslendingar halda:
Fløgan hevur enskan tekst, men hon er nú ávegis á íslendska marknaðin. Í farnu viku varð fløgan ummæld í Fréttablaðnum, og ummælarin, Smári Jósepsson, er hugtikin.
Góð
Hann metir hesa fyrstu solo royndina hjá Høgna Lisberg vera góða og byrjar annars við at staðfesta, at føroyskur tónleikur er væl dámdur í Íslandi, har Clickhaze, Eivør, Týr og onnur hava gingið á odda.
Most Beautiful Things fær føgur orð frá ummælaranum, har hann rósar Høgna sum bæði tónasmiði og tónleikara. Og eisini tekstirnir eru góðir, verður sagt.
Men eisini hesin ummælarin telist millum teirra, sum heldur vil hoyra føroyingar syngja á føroyskum, heldur enn á enskum. Ummælarin heldur annars nógv av fløguni og hon gerst betri og betri, metir hann, og hann metir hana vera góða at leggja á fløguspælaran eftir ein strævnan arbeiðsdag.
Bestu løgini eru sambært ummælaranum When you get home og Fairy of Mine. Ein vøkur og ærlig fyrstaútgáva frá Høgna Lisberg, metir ummælarin. Farast kann inn á Fréttablaðið umvegis heimasíðuna www.visir.is
Eivør og onnur
Heimmildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð, er m.a. útvarpsvertur og annanhvønn leygardag er hann at hoyra á Radio Reykjavík (www.radioreykjavik.is) . Hóast lagt er upp til í sendingini, at gamlir rock klassikarar eru at hoyra, so letur Jens Guð altíð nakrar føroyskar tónar sleppa framat, og har eru t.d. Høgni Lisberg og Eivør og mong onnur.
Jens sigur annars úr Íslandi, at til konsertina hjá Eivør síðsta fríggjadag við Graduelakórinn var so mikið av fólkið komið saman, at rúm var ikki fyri øllum. Eivør er eisini høvuðsnavn á Listahátíð Reylkavíkar. Nógv verður gjørt burturúr lýsingum og hjálpir hetta eisini uppá fløgusøluna hjá Eivør. Fløgan Krákan fór síðstu viku frá einum 32. plássi til eitt 16 pláss á yvirlitinum yvir mest seldu fløgurnar í Íslandi og er fløgan nú seld í 9000 eintøkum. Á 15 plássi er Bjørk og fløgan Gling Glo, sum er seld í 20.000 eintøkum síðani 1990.
Jens meitr, at Krákan verður seld í 10.000 eintøkum, innan árið er runnið, og fløgasn er nú eisini við á listunum yvir seldar fløgur í Danmark og Svøríki.