Í summar gav Høgni Reistrup út sína fyrstu fløgu ?Hugafar á ferð?. Hendan liggur enn sum nr. 1 inni á 15 teimum bestu. Høgni varð stemmaður inn á listan 4. august í ár og síðan hevur lag hansara ?Vit vita at so er? ligið ovast listanum.
Á síni MySpace-síðu skrivar Høgni, at fløga hansara snýr seg um ferðina hjá einum ungum tónleikafólki út í verðina, har lív hansara er ávirkað av einari trongd at leita eftir lítlum pørtum av lívinum. Tónleikurin á nýggju fløguni er rættiliga nógv øðrvísi enn tað, hann gjørdi, tá ið hann var forsangari í bólkinum Lawetz. Her var tónleikurin nevniliga sera glaður og lívligur. Hóast eisini er pláss fyri eitt sindur av hesum á nýggju fløguni, sigur hann sjálvur á MySpace, at hetta als ikki er tað, sum eyðkennir nýggju fløguna ?Hugafar á ferð?.
Ei heldur er nøkur stórvegis broyting farin fram longri niðri á listanum. Framvegis liggja Páll Finnur Páll sum nr. 2 við lagnum ?Viðurkenning?, meðan lagið ?The Way I are? við Timbaland feat. Keri Hilson liggja á triðja plássi.