Høgni leitar eftir nýggjum felag

- So leingi felagið trýr upp á meg, so eri nøgdur

Púra óvæntað hava B36 og Høgni Madsen valt at fara hvør sín veg í dag. Partarnir skrivaðu undir sáttmála til hetta kappingarárið, men hava nú valt at gevast við samstarvinum.

 

Les eisini: B36 og Høgni skiljast

 

Miðvallarin vil ikki gera viðmekringar til hví støðan er íkomin, men leitar nú eftir nýggjum felagið. Av góðum orsøkum, so fær hann heldur ikki sagt so nógv um tað.

 

- Nú havi eg bara verið sáttmálaleysur í nakrar tímar, so tað dugi eg ikki at svara uppá. Eg havi fingið onkran fyrispurning og okkurt tilboð, men enn er ov tíðliga at seta navn á eitt felag, sigur Høgni Madsen.

 

Hann hevur ikki gjørt sær stórvegis tankar um hvat fyri felag talan skal vera um. Í fjør spældi hann við FC Suðuroy, sum stríddist í botninum, meðan málið í ár var at vinna sítt fyrsta FM, og tí bleiv tað til B36.

 

- Tað er líkamikið fyri meg. So leingi felagið vil satsa upp á meg, og trýr upp á míni evnir, so eri eg nøgdur, sigur Høgni Madsen.

 

Flytingarvindeygað í Føroyum letur upp 16. juni.