Dagmar-málið
Tíðindaskrivið, sum Høgni Hoydal sendi, er soljóðandi:
»Avdúkingarnar um valdsmisnýtsluna hjá landsstýrismanninum í vinnumálum mótvegis Framtaksgrunninum eru so greiðar, at løgmaður sjálvsagt langt síðani átti at havt tikið avleiðingarnar mótvegis varaløgmanni sínum. Men løgmaður hevur lopið undan, og hevur ístaðin kravt prógv frá teimum, ið hava verið fyri órætti. Alment hevur hann sagt, at hann tók málið upp í 2004 og at rímiligur friður hevur valdað síðani tá kring Framtaksgrunnin.
Eftir trýst frá andstøðuflokkunum roynir løgmaður í dag at bólta rút og tosar um at gera løgfrøðisligar kanningar.
Men í Dimmalætting í kvøld vísir fyrrverandi formaðurin í Framtaksgrunninum, Dagmar Joensen, á, at løgmaður hevur verið persónliga kunnaður um framferðarháttin hjá Bjarna Djurholm bæði í 2005 og í 2006. Eisini beint upp undir søluna av United Seafood, tá formaður og nevndarlimir aftur vórðu trýstir og skiftir út. Løgmaður gjørdi onki við málið og hevur sambært hesum ikki sagt sannleikan um sín leiklut í málinum.
Løgmaður hevur sambært stýrisskipanarlógini evstu ábyrgd av fyrisiting landsins og hevur vegna borgaran eftirlit við, at landsstýrismenn umsita lógliga og fullgott. Hevur løgmaður vitað um valdsmisnýtslu og hevur hann enntá fingið áheitanir frá ábyrgdarpersónum um at taka neyðug stig, men hevur onki gjørt, so er tað løgmaður, ið hevur trupulleikan og ábyrgdina av viðurskiftunum.
Valdsmisnýtslan grevur alla rættartrygd burtur og hon kann hava kostað Framtaksgrunninum og samfelagnum stórar upphæddir. Hetta er so mikið álvarsligt, at tað nú er løgmaður, ið má svara fyri sín leiklut og síni ábyrgd í hesum máli.
Ella ætlar løgmaður at seta løgfrøðingar at kanna seg sjálvan?«