Høgni, Ian og Florence eiga nú Jinx

Café?in í blómuhandlinum á Áarvegnum hevur nú tríggjar eigarar

Gallarí Jinx, skeinkistað og matstova, sum seinasta summar læt upp í hølunum hjá blómuhandlinum hjá Trónd Hansen á Áarvegnum í Havn, hevur nú fingið nýggjar eigarar.
Tað var Florence á Skipagøtu, sum setti á stovn Gallarí Jinx. Nú hevur hon kortini fingið tveir eigarar afturat sær, teir eru Ian Skylv Hansen og Høgni Hansen.
Í november fóru tey á Jinx at savna pening til buss til búfólkið á Eirargarði 16A. Henda innsavning hevur givið góðar 7.000 kronur.
Av Gallarí Jinx siga tey, at innsavningin held-ur fram eina tíð afturat ? og vóna tey at kunna geva búfólkunum eitt gott ískoyti tið keypið av bussinum.