Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur í dag vitjað norska uttanríkisráðharran, Jonas Gahr Støre Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, var í dag saman við embætisfólki á vitjan hjá norska uttanríkisráðharranum Jonas Gahr Støre.
Vitjanin var liður í at menna bondini millum londini bæði, eins og høvið var nýtt til at vísa á áhuga Føroya til at fáa sjálvstøðugan limaskap í millumtjóða felagsskapin EFTA.
Heitt var á Jonas Gahr Støre til at virka fyri at seta á stovn ein innanhýsis EFTA arbeiðsbólk til at viðgera spurningin um føroyskan limaskap.
Høgni Hoydal kemur aftur til Føroyar í morgin, sigur landsstýrið í tíðindaskrivi.