Høgni Hoydal: Svar fyriliggur skjótt

- Vit fara at koma við einari fráboðan um sildaspurningin, soleiðis at øll vinnan veit, hvat hon hevur at fyrihalda seg til, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur í stuttari viðmerking, at Fiskimálaráðið skjótt fer at koma við einum svari upp á ynskini hjá nótaflotanum um at flyta sildakvotu frá 2017 yvir um ársskiftið til 2018.

 

- Men, áðrenn eg havi eitt greitt og endaligt svar til nótaflotan, kann eg ikki siga nakað ítøkiligt um málið. Vit hyggja sjálvsagt eftir, hvat altjóða avtalur siga, og vit mugu syrgja fyri, at øll verða viðfarin eins.

 

Høgni Hoydal sigur, at hann skjótt fer at koma við einari fráboðan, soleiðis at øll vinnan veit, hvat hon hevur at fyrihalda seg til.

 

Mikudagin sendi Bjarni Hammer, formaður í vinnunevnd løgtingsins, út eina viðmerking um júst hesi viðurskifti. Her vísir hann á móttøkuorkuna á landi, sum nú er avmarkað við tað, at Varðin Pelagic brann.

 

- Bíðitíðin eftir at sleppa framat at landa er sum skilst upp til eina viku. Tað fara stór virði fyri skeytið av hesum. Dygdin á fiskinum verður nógv verri, enn hon átti at verið, og nógv minni partur verður landaður til matna.

 

Bjarni Hammer vísir á, at loyvini, sum eru útskrivað fyri 2017, geva ikki møguleikar at flyta kvotu yvirum ár. Grundgevingin er, at øll loyvir ganga út hin 31. desember 2017. Avleiðingin er, at reiðarí, manningar, arbeiðsfólk á landi og samfelagið alt missa stór virði.

 

Formaðurin í vinnunevndini heldur, at skulu virðini ikki áhaldandi fara fyri skeytið, má landsstýrismaðurin loyva at flyta fittan part av kvotunum yvirum til næsta ár.