Høgni Hoydal: Skuldsetingarnar eru tiknar aftur

Hóast Tórbjørn Jacobsen hevur sátt iva um, hvørjar skuldsetingar hann tók aftur ólavsøkudag, heldur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, at málið er úti av verðini, og næstu tíðina skal tað snúgva seg um veruligan politikk

Formaðurin í Tjóðveldisflokkin kennir seg sannførdan um, at teir trupulleikar, sum á ólavsøku hóttu við at slíta samgonguna, endaliga eru fingnir út av verðini.
Hetta sigur hann, hóast Tórbjørn Jacobsen í Degi og Viku týskvøldið sáddi iva um, hvørjar skuldsetingar hann veruliga hevði tikið aftur í brævinum, hann sendi løgmanni ólavsøkudag.
? Eg havi tosað við partarnar í málinum eftir tíðindasendingina hjá Sjónvarpinum, og eg havi fingið váttan fyri, at tær skuldsetingarnar, sum gjørdust til eitt samgongumál, eru tiknar aftur, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum.
? Vit hildu alla tíðina fast um, at hetta var eitt mál, sum teir involveraðu partarnir sjálvir skuldu loysa, men málið gjørdist til eitt floks- og samgongumál, tá ið tað varð sett upp á spíssin og hótti við at slíta samgonguna.

Avleiðingarnar
Høgni Hoydal heldur, at næstu tíðina skal samgongusamstarvið verða í miðdeplinum, og flokkarnir skulu aftur til at viðgera tey mál, sum ósemjur eru um. Tað vil við øðrum orðum siga, at samgongan skal aftur til at føra veruligan politikk og semjast um kósina í teimum ymsu málunum.
Men er hetta ikki ein keðiligur máti at byrja eina nýggja samgongu uppá?
? Summi mál útvikla seg knappliga til at involvera alla tað politisku skipanina, og tað er greitt, at eitt slíkt mál reisur nógvar spurningar. Men tað skulu vit viðgera og arbeiða við komandi tíðina.
Fær hetta málið nakrar avleiðingar frá støðuna hjá Tórbirni Jacobsen í Tjóðveldisflokkinum?
? Tað havi eg onga viðmerking til. Tað er greitt, at tað eitt mál kann føra til samgonguslit, so verður tað eisini eitt floks- og samgongumál.