Høgni Hoydal: Ringt er at eta sítt egið  og tað stolið

Løgmaður hevur enn einaferð avreitt føroysk virðir og føroyskan myndugleika av landinum. Hann hevur skrivað undir uppá øll krøv frá donsku stjórnini um flogvøllin í Vágum og hevur givið burtur myndugleikan yvir Íleggingargrunnin fyri Føroyar, ið er verdur meira enn 700 mió. kr. Hetta fer fram uttan nakra fólkaræðisliga viðgerð, og uttan at løgtingið ella aðrir føroyskir myndugleikar yvirhøvur er kunnaðir

Høgni Hoydal

Tú hoyrir longu vanligu undanførslurnar og persónsálopini hjá løgmanni og hansara viðhaldsfólki fyri tær: Altíð skal hann vera ímóti...og... ogur finna semjurnar og tær pragmatisku loysnirnar, meðan tjóðveldisflokkurin bara vil hava konfrontasjón við danir.

Og satt at siga, er hetta vanliga partapolitiska sjabbið ein orsøk til, at eg í spenningi havi bíðað eftir, um ikki onkur fór at hyggja afturum tíðindaskrivini og politiska spinnaríið hjá løgmanni og danska forsætisráðharranum í sambandi við flogvøllin. At vit fingu eitt sindur av upplýsing og kritiskari viðgerð av einum so týdningarmiklum máli sum útbygging av framtíðar flogvallarviðurskiftunum í Vágum og av ræðisrættinum á einum grunni, sum føroyska samfelagið hevur bygt upp til í dag at eiga 700 mió. krónur.

Men eg kann ikki loyva mær at tiga longur, tí hetta málið er so mikið álvarsligt. Yvirlýsingin er eftir mínum tykki enn eitt dømi um, at Anders Fogh Rasmussen og hansara embætismenn hava spælt síni kort ótrúliga dugnaliga og hava tikið øll stikkini heim. Meðan løgmaður  eins og í øllum hinum málunum millum Føroyar og Danmark  hevur blakað øll tey føroysku kortini av hondum, uttan yvirhøvur at sessast við borðið. Og hetta hóast føroyskir myndugleikar høvdu allar trumfirnar á hondini frammanundan.

Løgmaður givið alt burtur
Úrslitið, sum vit fáa kunngjørt umvegis fjølmiðlarnar er hetta:
1.Føroyingar skulu nú yvirtaka ein flogvøll, sum hevur verið heilt forsømdur í 30 ár og Danmark sleppur undan øllum fíggjarligum skyldum og ábyrgd av vøllinum.
2.Danmark varðveitir ræðið á loftferðslumyndugleikanum og hevur harvið framvegis avgerðarrættin um eitt nú loyvini at lækka og hækka prísir á ferðaseðlum, at geva undantaksloyvir og góðkenningar til flogvallarviðurskiftini og til eftirlit og loyvir at flúgva í føroyskum loftrúmi (ið hjá fleiri londum er góð inntøkukelda).
3.Danskir myndugleikar hava fingið staðfest ræðið á Íleggingargrunninum fyri Føroyar, sum hevur eina eginogn uppá 700 mió. krónur, sum landsstýrið annars frammanundan hevur tvíhildið um var undir føroyskum ræði og ogn. Afturfyri skal Danmark allernådigst geva føroyingum 350 mió. aftur av teimum 700 mió.
4.Danski forsætisráðharrin og embætisfólk hansara hava sitið við borðið og tikið avgerð um, hvussu framtíðar flogvallarviðurskiftini í Vágum skulu útbyggjast (fyri føroyskar pengar), meðan løgtingið als ikki er eftirspurt.

Seyðarhøvdini hjá Ormi Bónda
Hetta var vorðið sum samráðingarúrslit! At sleppa undan próvfast forsømdum skyldum, at varðveita allan avgerandi myndugleika og afturfyri fáa ein grunn uppá 700 milliónir forerandi, sum tú so mótvegis føroyska fólkinum kann látast gávumildur og geva burturav?

Hetta er sum tá funningsbóndin fekk borðreitt síni egnu markaðu seyðarhøvd frá Ormi Bónda á Skála og skuldi siga: Ringt er at eta sítt egið  og tað stolið!

Ei dáni í, at tey flenna niðri í forsætismálaráðnum í dag. Men sannleikin er helst, at ongin politisk samráðing hevur verið yvirhøvur. Løgmaður tykist skriva undir uppá alt, sum verður lagt fyri hann úr Danmark í eini roynd at látast at fáa úrslit og normalisera viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Ella er tað, sum løgmaður eisini er vanur at siga, til tess at trekkja tenninar úr fullveldisrørsluni?

Tað er onki minni enn óðamannaverk at lata slíka innahýsis partapolitiska fáfongd stýra týdningarmiklum samráðingum. Slíkt kemur ikki fyri í øðrum londum. Har fer ein stjórnarleiðari ikki í samráðingar við onnur lond um týdningarmikil rættindi og áhugamál og ovurstóra fíggjarliga ogn  og so heldur hann, at hann saman við samráðingarmótpartinum kann vinna einum andstøðuflokki heima hjá sær sjálvum neisir. Tá er tú vísur í at verða lumpaður og tá hevur tú ikki skilt, at tað eru áhugamálini hjá tí fólkinum, sum hevur valt síni umboð í einum fólkaræði, sum skulu verjast  og ikki ein persónlig sjálvsímynd.

Uttanlandsnevndin ikki eftirspurd
Fyrsta dømið um, hvussu langt burtur vit eru frá fólkaræðinum við teirri undirskrivaðu yvirlýsingini um flogvøllin í Vágum er hetta: Sambært stýrisskipanarlógini, so skal løgmaður áðrenn hann fer undir týdningarmiklar samráðingar við onnur lond  og herundir danskar myndugleikar  ráðføra seg við Uttanlandsnevnd Løgtingsins. Tað verður eisini vanliga gjørt, hóast málini eru nógv minni enn hetta sum snýr seg um ræðisrættin til 700 milliónir krónur og framtíðar flogvallarviðurskifti. Men hevur løgmaður ráðført seg við Uttanlandsnevnd Løgtingsins, áðrenn hann skrivar undir uppá at sleppa øllum krøvum og grundgevingum, sum føroyskir myndugleikar fyrr hava arbeitt fyri í flogvallarmálinum? Nei, hvørki orð ella eið hevur verið í Uttanlandsnevndini.

Framferð løgmans gerst uppaftur meira óskiljandi tá vit hugsa um, at flogvallarspurningurin og ræðisrættin til Íleggingargrunnin fyri Føroyar, er eitt mál, sum allir føroyskir flokkar higartil hava verið so rímiliga samdir um  og sum allir flokkar uttan iva kundu samst um, var vilji til tess.

Vit høvdu í veruleikanum øll góð kort á hondini í hesum máli  og hetta skal eg greina nærri niðanfyri:

Flogvøllurin og loftferðslumyndugleikin
Undanfarna landsstýrið hevði ta greiðu ætlan, at fáa flogvøllin á føroyskar hendur, so hann kundi dagførast og nútímansgerast. Men at vit samstundis skuldu fáa loftferðslumyndugleikan undir føroyskt ræði, tí annars gjørdist støðan tann, at vit skuldu reka ein flogvøll, sum danskir myndugleikar kunnu seta krøv til og lóggeva um  ella snøgt sagt, at vit skulu gjalda, meðan Danmark skal valda. Og tá kunnu skjótt stinga seg upp trupulleikar. Harafturat hevði tað verið ein týdningarmikil menning fyri førleikan hjá føroyingum á øllum flogferðsluøkinum, at vit sjálv útbúgva fólk á hesum øki og sjálvi taka lut í øllum altjóða samstarvi flogferðslu viðvíkjandi.
Hetta málið gekk sjálvandi trekt, men eins og við undirgrundarmálinum á sinni, so høvdu vit sjálvsagt komið á mál at enda, tí grundgevingarnar eru so mikið greiðar.

Fyrimunurin við hesi loysn var eisini, at allir flokkar helst kunnu taka undir við henni, tí eisini sambandsflokkurin hevur tað sjónarmið, at tann sum skal gjalda, skal eisini valda.

Flogvøllurin og fíggingin
Allir flokkar eru somuleiðis samdir um, at Danmark hevur forsømt sínar fíggjarligu skyldur og hevur ikki útbygt og nútímansgjørt flogvøllin í Vágum  ja, hetta er helst ein tann mest forsømdi flogvøllur í Vestureuropa tá um útbygging og nútímansgerð ræður.

Tí var tað eitt heilt rímiligt krav, at Danmark í minsta lagi lat vøllin frá sær í hampiligum standi. Kortini hevur danska stjórnin støðugt lopið undan hesum kravi, men grundgevingarnar frá føroyskum myndugleikum hava verið sera sterkar.

Flogvøllurin og Íleggingargrunurin fyri Føroyar
Undanfarna landsstýrið hevði tó eina alternativa ætlan, sum kundi loysa málið. Um vit tengdu yvirtøkuna av flogvøllinum saman við einum kravi um, at danska stjórnin endaliga viðurkendi, at Íleggingargrunnurin fyri Føroyar er ein føroyskur grunnur undir føroyskum ræði, so kundu vit liva við, at vit eftir tað sjálvi gjørdu okkara útbyggingarætlan fyri flogvøllin. Tá var nevniliga upplagt at gera flogvøllin til eitt alment partafelag, sum síðani fíggjaði útbyggingina við lánum úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar.

Og eisini her høvdu vit sera sterk kort á hondini. Íleggingargrunurin fyri Føroyar (sum eisini hevur verið nevndur 60-milliónagrunnurin), varð stovnsettur eftir samráðingar millum føroyskar og danskar myndugleikar undir kalda krígnum. Føroyskir myndugleikar grundgóvu fyri, at danir skulu seta 60 milliónir í grunnin, tí at Føroyar ongantíð høvdu fingið lutfalsligan ágóða av Marshall-hjálpini, sum Danmark fekk út USA eftir annan veraldarbardaga. Danska stjórnin hevur tó ongantíð veruliga viðurkent hetta sjónarmið, og grunnurin hevur ligið í einum rættarligum ongamannalandi.

Íleggingargrunnurin, sum varð ætlaður til íløgur í infrastruktur (eins og Marshall-hjálpin)hevur síðani fíggjað serliga útbyggingarnar hjá SEV og í nýggjari tíð eisini flogfør hjá Atlantsflog, undirsjóartunlarnar og mangt annað.

Í dag eigur grunnurin 700 mió. kr.  og hesin kapitalur er uppbygdur av virkseminum í føroyska samfelagnum, og afturgjald og rentur av útlanunum kunnu sigast at verða goldnar av millum annað føroyskum el-brúkarum, bileigarum og ferðandi. Eisini er tað landsstýrið sum velur nevndina fyri grunnin.

Misti 200 milliónir í bankamálinum
Tí hevur landsstýrið havt sera góðar grundgevingar fyri, at grunnurin sjálvsagt eigur at vera undir føroyskum ræði. Og ta bestu grundgevingina fingu vit undir bankakreppuni í 1992. Tá varð grunnurin trýstur til at læna 200 milliónir til bankabjargingarnar  og síðani varð hann trýstur at avskriva pengarnar sum mistar. Og hetta fór fram umvegis samskifti við landsstýrið og við Fíggingargrunnin frá 1992  sum jú skuldi vera føroyskur, so landsstýrið hekk uppá skyldurnar hjá bankunum.

Við hesum fingu føroyskir myndugleikar eitt avgerandi kort til at halda fast um, at Íleggingargrunnurin sjálvandi er ein grunnur undir føroyskum ræði.

Og tað er ongin ivi um, at vit við at halda fast um hesi rættindi, eisini høvdu fingið bæði flogvøll, loftferðslumyndugleika og Íleggingargrunnin undir føroyska fólkaræðið. (Eins og undanfarna landsstýrið fekk Framtaksgrunnin undir føroyskt ræði í 1998). Og tá hevði Løgtingið saman við teimum persónum og myndugleikum sum hava skil uppá flogferðslu og framtíðar krøv, kunnað havt eina veruliga viðgerð og sett út í kortið. Og saman við nevndini fyri Íleggingargrunnin hevði borið til at funnið ein skilagóðan fíggingarhátt. Samstundis hevði grunnurin framhaldandi kunnað verið ein sterkur fíggjarveitari til aðrar íløgur í Føroyum.

Nú liggur málið í Fólkatinginum
Í løtuni hevur løgmaður blakað allar hesar møguleikar av hondum. Vit hava onki fingið ígjøgnum av teimum krøvum, sum helst allir flokkar kundu tikið undir við, og sum landsstýrið frammanundan hevur hildið fast um.

Nú liggur málið í danska Fólkatinginum, sum skal taka avgerð um at taka 350 mió. burturúr okkara egna grunni og hava ræðið á restini. Ongin veit hvørjar avleiðingarnar verða fyri tað virksemið, sum grunnurin annars hevur av hesi ætlaðu niðurkapitalisering. Og onki orðaskiftið hevur verið á tingi ella í føroyska samfelagnum annars um hetta mál.

Undirbrotligheitin hevur enn einaferð vunnið á skilinum og vit kunnu bert lasta okkara egnu leiðarum. At danska stjórnin spælir síni kort so lætt uttan nakra mótstøðu, kunnu vit bara ynskja teimum tillukku við.

Men til tess at rita okkara fólkaræðisliga trupulleika í klettin, so kunnu vit ímynda okkum hetta: Hvat hevði hent, um Anders Fogh Rasmussen skrivaði undir eina yvirlýsing við eitt annað land, har hann gav burtur ræðið yvir einum grunni, sum eftir donskum viðurskiftum hevði svarað til 80-90 mia. krónur  uttan at Fólkatingið yvirhøvur varð kunnað? Og at eitt annað land afturfyri skuldi taka avgerð um, hvussu flogvøllurin í Kastrup skuldi útbyggjast?