Høgni Hoydal: Nú eri eg blivin rættiliga ótolin

Tað hevur ljóðað at fólkaflokkurin vil ikki lata Høgna Hoydal sleppa at leggja fullveldismál fyri tingið, fyrrenn tjóðveldisflokkurin hevur gingið fólkaflokkinum á møti í øðrum málum

?Kanska havi eg verið ov bjartskygdur. Men nú má eg viðganga, at eg eri blivin rættiliga ótolin.

Tað hevur ikki gingið so skjótt at fáa rættiliga gongd á arbeiði við fullveldismálunum, sum landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, HøgniHoydal hevði hugsað sær.

M.a. segði hann á einum fundi í Vági tann 21. oktober, at hann longu vikuna eftir fór at leggja uppskot fyri tingið um at seta nevnd at gera uppskot til eina føroyka grundlóg.

Men hóast tað skjótt eru seks vikur síðani, er onki uppskot lagt fyri tingið enn.

? Tað gongur eitt sindur seint í løtuni. Helst er tað tæí, at so mong onnur mál, eru farin við allari orkuni.

? Men eg haldi eg eisini, at tað hevur gingið alt ov seint.

? Og nú má eg viðganga, at eg eri blivin rættiliga ótolin.

Høgni Hoydal sigur, at uppskotið er langt síðani skrivað og síðani varð tað lagt fyri hinar flokkarnar.

? Men tað eru ikki allir flokkarnir, sum hava arbeitt líka skjótt og tað hevur gingið eitt sindur trekt at fáa meldingarnar aftur frá flokkunum.

Men í dag skal so samgongufundur vera og tá vónar Høgni Hoydal at fáa endaliga samtykki frá øllum flokkum til at málið verður lagt fyri tingið.

? Eru so onkrar rættingar, má uppskotið so lagast til og so verður tað lagt fram.


Fólkaflokkurin lagt seg í buktina

Annars er tað sumt sum bendir á, at tað er ikki bara tann reint politiska viðgerðin, sum hevur gjørt, at málið er drigið út.

Tað hevur ljóðað, at tað er fólkaflokkurin, sum hevur lagt seg í buktina og forðar Høgna Hoydal í at leggja málið fyri tingið.

Keldur, sum standa málinum nær, vilja vera við, at fólkaflokkurin hevur tvinnað fullveldismálini upp í málið um endurnýgging av skipaflotanum, sum er eitt hjartamál hjá fólkaflokkinum.

Tvs, at fólkaflokkurin noktar at góðkenna, at fullveldismálini verða løgd fyri tingið, fyrrenn tjóðveldisflokkurin eisini gongur fólkaflokkinum á møti í málinum um endurnýgging av skipaflotanum.

Sostatt hevur fólkaflokkurin gjørt álvara av beinleiðis hóttanunum í Dagblaðnum í heyst um, at fór tjóðveldisflokkurin at leggja seg í buktina í málinum um at endurnýggja fiskiflotan skuldi hann vita, at fólkaflokkurin kundi gera tað sama í fullveldismálinum.

Tað er orsøkin til, at Høgni Hoydal ikki hevur lagt uppskotið um grundlógarnevndina fyri tingið enn.

? Hatta havi eg onga viðmerking til, sigur Høgni Hoydal.

? Men eg eri ikki áhugaður í at leggja eitt mál fram, sum ikki er endaliga góðkent í samgonguni.

Høgni Hoydal heldur annars ikki, at hesar seinkingarnar, sum hava verið, fara at broyta tað løgdu tíðarætlanina stórvegis.

? Eg meti framveis, at vit hava góðarstundir til at gera eitt dygdargot grundlógararbeiðið, tí eftir ætlan skuldi hon til fólkaatkvøðu í 2000.

Onnur arbeiði í sambandi við fullveldisætlanina eru sett ígongd fyri rúmari tíð síðani. M.a. er hvørt aðalstýri sær farið undir arbeiði at lýsa og útgreina viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark, og samstarvinum landanna millum, hvat tað kostar at átaka okkum fleiri málsøki o.s.fr.

Somuleiðis skulu nakrir fakligir bólkar setast at lýsa viðurskiftini ímillum londini, men teir bólkarnar setir landsstýrismaðurin sjálvur, uttan at teir skulu elggjast fyri tingið.

Annars ætlar landsstýrismaðurin at lata tann fakliga partin partin svíða fyri eini politiskari tíðarætlan, tí tað er avgjørt ætlanin at hava so gott, fakligt støði at byggja á sum gjørligt, um tað so krevur nakrar mánaðir eyka.

Tó ivast landsstýrismaðurin í um tað fer at bera til at fara undir samráðingarnar við danir longu komandi vár, sum upprunaliga ætlað.


Viðgjørd spakiliga

Heldur ikki formaður fólkafloksins á tingi, Óli Breckmann vil vátta at so er.

Men hann sigur, at hann gongur út frá, at Høgni Hoydal hevur skilt málið rætt og at hann veit, hvat gagnar báðum málunum, samgonguni og samfelagnum best.

Hann vil tó ikki vera við, at tey bæði málini eru samantvinnað...ikki soleiðis, tey verða helst viðgjørd so spakiliga, leggur hann afturat.

? Tað er nú ikki altíð at tað gongur eftir vild, men sjálvdan rýkur av ongum brandi, sigur Óli Breckmann, leggur hann afturat. ? Og meiri fekst ikki burturúr honum.


Hoyrt okkurt graml

Heldur ikki Heini O. Heinesen vil vátta tað beinleiðis. ? Men hann viðgongur, at hann hevur hoyrt okkurt graml um tað, uttan at hann kennir nóg nógv til málið til at hann kann siga meiri um tað

? Men eg má siga, at eg gevi lítið fyri sjálvstýrisætlanini hjá fólkaflokkinum um tað einasta, sum tað snýr seg um, skal vera at sleppa í landskassan eftir pengum, sigur Heini Heinesen.