Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur í dag verið á fundi við bretska ráðharran við fiskivinnumálum, George Eustice.
Tað skrivar heimasíðan hjá fiskimálaráðnum.
Ráðharrarnir báðir umrøddu millum annað framtíðar samstarvið landanna millum, nú báðir partar gerast strandalond í fiskivinnusamráðingum.
Bretar vístu stóran áhuga í at kunnað seg um fiskivinnuskipanina í Føroyum og koma seinna í ár á vitjan í Føroyum í tí sambandi.









