Høgni Hoydal hevur ikki tikið endaliga støðu

– Hóast Reiðafelagið mótmælur, heldur hann, at tað hevur sínar fyrimunir at selja fiskirættindi á afturlætnari uppboðsølu

 

Enn er óvist, hvussu nógv fiskirættindi skulu seljast á afturlætnari uppboðssølu, og hvussu nógv skal seljast á opnari uppboðssølu.

 

Tað ger Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum greitt. Hann er rættiliga komin í andglettin tí at fiskirættindi skulu seljast á uppboði og tað hevur ligið í kortunum, at ætlanin er at selja nakað væl á eini afturlætnari uppboðssølu.

 

Eisini Reiðarafelagið hevur mótmælt, men felagið sigur, at av tveimum illum er tað betri, at rættindini verða seld á opnari uppboðssølu, heldur enn á afturlætnari uppboðssølu. Og nú vildi Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hava Høgna Hoydal at greiða frá, hvussu málið liggur.

 

 

Sjónarmiðini hjá Reiðarafelagnum kast tú lesa um HER

 

 

Høgni Hoydal sigur, at hann hevur ikki tikið endaliga avgerð um, hvussu stórur partur av rættindum verða seld á afturlatnari uppboðssølu.

 

Men hann heldur, at ein afturlatin uppboðssølu hevur sínar fyrimunir. Ein fyrimur er, at reiðarar kunna leggja upp til fimm boð inn til hvørt útboð. Samstundis kann ein keypari leggja eitt boð inn, ið fevnir um ein kiloprís fyri eina ávísa nøgd í kilo. Hetta merkir, at tað ber til at tryggja sær eina ávísa nøgd, og tað ber ikki til á opnari uppboðssølu.

 

Leggur ein keypari fimm boð inn, hevur hvørt boð ein kiloprís og eina nøgd í kilo. Hetta merkir, at ein, ið ætlar at keypa, kann bjóða nógv fyri eina ávísa nøgd og síðani bjóða minni uppá størri nøgdir.

 

Á eini afturlætnari uppboðssølu hava øll sum bjóða, góðar stundir at fyrireika seg og leggja sítt boð inn og øll sum keypa, gjalda sama prís fyri somu vøru sama dag. Men fær tann, sum bjóðar, ikki alla nøgdina, hann hevur bjóðað uppá, kann hann lata alla sína nøgd innaftur.

 

– Tað er vanligt at brúka afturlatna uppboðssølu har kappingin er avmarkað, tí annars kann ein sterkur keypari bjóða veikari kappingarneytarnar út í eini opnari uppboðssølu, sigur Høgni Hoydal.

 

– Í eini opnari uppboðssølu síggja tey, ið eru við, hvat hini bjóða, og kunnu so halda á at bjóða, til ongin bjóðar yvir.

 

– Ein, ið keypur á opnari uppboðssølu, hevur heldur ikki sama møguleika at lata nøgdina innaftur, sum við afturlatnari uppboðssølu, tá ið hon ikki samsvarar við ta nøgd, ið hann ætlaði at keypa.

 

– Samanumtikið meti eg, at afturlatin uppboðssøla er rættvís skipan, har øll kappast á jøvnum føti. Harnæst verður keypið avgreitt eins fyri øll, sigur Høgni Hoydal.