Høgni Hoydal: Havi roynt at halda orð

? Um tað sum eg geri er at provokera, so er føroyskur politikkur fullkomiliga til láturs, heldur Høgni Hoydal

 

? Eg havi valt at gera eina seinastu roynd at halda orð í fullveldismálinum og at halda samgonuni fasta upp á sítt samgonguskjal.

Hetta sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fullveldismálum eftir at hann hevur borið eitt uppskot um fullveldisleist í tingið.

Hann hevur kunnað løgman.

? Hann váttaði, at vit ikki eru ósamdir um fullveldistilgongdina yvirhøvur, men at tað var fráboðaða fólkaatkvøðan, sum var knúturin.

Høgni Hoydal sigur, at lógaruppskotið um fullveldistilgongdina er ikki nakað uppskot frá Tjoðveldisflokkinum ella frá sær sjálvum.

? Hetta er tað uppskotið, sum hevur verið viðgjørt út í æsir síðani 26. oktober í fjør, har øll málsøki skulu yvirtakast, blokkurin minkast burt, búskapargrunnur setast á stovn sum ástetur, at tá allar bindingar eru burtur, skal ein fólkaatkvøða haldast um at skipa Føroyar sum fullveldisríki.

Høgni Hoydal leggur afturat, at uppskotið somuleiðis sigur, at vit longu frá 1. januar yvirtaka mál, so blokkstuðulin minkar við 3-400 milliónum.

? Eitt er, at ein flokkur er lopin frá fráboðaðu fólkaatkøvðuni. Men um samgongan ikki vil halda fast um fullveldisleistin, sum full semja var um fyri einum mánaði síðani, og um samgongan heldur ikki vil staðfesta sjálvsavgerðarrættin, so er eingin meining í nøkrum longum, sigur Høgni Hoydal, sum heldur, at tað er einki minni enn hansara skylda sum landsstýrismaður í sjálvstýrismálum at royna at halda samgonguni fasta upp á síni orð og at finna eina veg úr ruðuleikanum.

? Eg kann als ikki góðtaka, at tað nú verður sagt, at eg provokeri ella at tað er álitisbrot, at eg havi lagt hesi uppskot í tingið á einum málsøki, sum eg sjálvur umsiti.

? Er tað at provokera at halda sítt orð og at halda gjørdar avtalur? ? Er tað álitisbrot at halda samgonguskjalið, ella er tað ein provokasjón at leggja uppskot fyri tingið um fullveldisleistin, sum øll vóru samd um fyri einum mánaði síðani? spyr Høgni Hoydal.

Um so er, so er føroyskur politikkur vorðin fullkomiliga til láturs. So er tað fyrstu ferð, at ein samgonga er komin í rasshaft, tí at samgonguskjalið, løgtingssamtyktir og avtalur verða førdar út í lívið, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.