Tað var Høgni Hoydal sjálvur, sum gav tænastuboð um at taka eina skrivstovu aftur frá løgmanni, sum løgmaður annars, hevði givið einum øðrum starvsfólki, stendur í eini frágreiðing hjá Marjuni Hanusardóttir, stjóra á løgmansskrivstovuni Marjun Hanusardóttir sigur í frágreiðingini, at hon vendi sær til aðalstjóran í uttanríkisráðnum í sambandi við, at ?uttanríkisráðið hevur brotið seg inn í ? nógv umrøddu skrivstovuna í Tinganesi, sum stjórin málber seg í frágreiðingini.
Hon Marjun fór at kunna seg um málið, tí hetta gekk beint ímóti avgerðini hjá løgmanni, ið varðar av ognunum Tinganes.
Hon sigur, at aðalstjórin í uttanríkisráðnum greiddi henni frá, at hann hevði fingið munnlig tænastuboð frá Landsstýrismanninum Høgna Hoydal um at syrgja fyri at fáa fatur aftur á skrivstovuni.
Í Degi og Viku í gjárkvøldið noktaði Høgni Hoydal annars fyri at hann hevði givið nøkur tænastuboð í hesum sambandi.
Aðalstjórin hevði síðani givið boð um at fáa atgongd til skrivstovuna og givið einum fulltrúa í uttanríkisráðnum munnlig tænastuboð um at seta seg har ídagin eftir.
Tað endaði við, at smiðjur kom í Tinganes og boraði lásið út. Sambært fulltrúanum í uttanríkisráðnum, sum skuldi brúka skrivstovuna, hevði stjórin givið honum boð um at bora lásið út, so at hann slapp inn aftur.
Hinvegin vildi aðalstjórin í uttanríkisráðnum ikki siga, hvør hevur brotið lásið upp og sett í nýtt lás í.
- Hann legði dent á, at hann altíð fer at gera tað sum hansara landsstýrismaður gevur sær boð um, stendur í frágreiðingini.
Aðalstjórin gjørdi eisini vart við, at tað snýr seg um eitt hápolitisk mál, ið hann ikki hevur møguleika at gera nakað við.
- Hann hevði eisini, sum rættur embætismaður greitt landsstýrismanninum (Høgna Hoydal, blaðm) frá, hvat ein slík gerð kundi elva til politiskt. Sjálvur hevði hann tosað við ein advokat í býnum um málið, stendur eisini í frágreiðingini.
Eitt annað starvsfólk í løgmansskrivstovuni, sigur, at Høgni Hoydal og aðalstjórin í uttanríkisráðnum vóru inni á skrivstovuni og harð varð váttað, at Løgmaður hevði givið Høgna Hoydal boð í hesum málið, men at Høgni Hoydal var ikki samdur.