Høgni Hoydal finnst harðliga at løgmanni

- At ein løgmaður alment leypir á tingfólk við ósannindum og útspilling, tá hann ikki røkir sínar skyldur mótvegis tinginum, eigur at fáa øll, ið hava minstu virðing fyri fólkaræði at tala at. Men sum vanligt verða tjóðveldisfólk hongd út í staðin, sigur Høgni Hoydal millum annað í viðmerking til miðlarnar.

Formaðurin í Tjóðveldi heldur, at eftir hvat hann hevur upplivað seinastu dagarnar, noyðist hann bert at staðfesta, at vanligar siðsemisreglur, ábyrgdarstaðfesting og sannleikakrøv, eru sett fullkomiliga til viks, tá tjóðveldisfólk verða viðgjørd alment.

- Ongar reglur galda. Til ber at skjóta við skørpum í rúgvuna, siga ósatt og undirgrava fólkaræðið, sum var tað natúrligasta fyribrigdið í heiminum, staðfestir hann.

At hvørki løgmaður ella fiskimálaráðharrin møttu til sínar fyrispurningar á tingfundinum mikudagin seinnapartin, heldur hann er ein álvarslig vanvirðing av fólkaræðinum.

- Eg kann vissa um, at kom tað fyri á fólkatingi, hevði tað fingið avleiðingar fyri viðkomandi ráðharra. Men hvat ger løgmaður? Ja, hann leggur fyrst eftir undirritaða við ósannindum, sum ongan leiklut átti í hendingunum. Og síðani leggur hann eftir Tórbjørni Jacobsen við grovum og niðurgerandi ákærum. Hesi álop leggur hann skrivliga á heimasíðuni hjá løgmansembætinum. Hugsið tykkum, tingfólk hava rættin at seta spurningar á tingi og løgmaður og landsstýrisfólk hava skyldu at svara. Tá løgmaður ikki møtir, leggur hann eftir spyrjarunum og nýtir sítt embætisverk sum amboð! Hendi hetta í einum landi við veruligum fólkaræði, høvdu øll tingfólk, uttan mun til samgongu ella andstøðu, reist misálit á ráðharran, sigur Høgni Hoydal.