Í gjár fylti Høgni Hoydal, landsstýrismaður og formaður í Tjóðveldi, fimmti ár.
Hann er føddur í Keypmannahavn 28. mars í 1966. Foreldur hansara eru Kjartan Hoydal og Gunvør Hoydal. Kona Høgna er Hildur Hermansen, og tey eiga trý børn.
Høgni Hoydal er útbúgvin í søgu og samskifti á lærda háskúlanum í Roskilde.
Áðrenn Høgni fór upp í politikk, starvaðist hann sum tíðindamaður í Sjónvarpi Føroya. Frammanundan hevði hann roynt seg sum læraravikarur og verið til skips.
Fulla navn hansara er Høgni Karsten Hoydal. Karsten eitur hann eftir abbanum, skaldinum, lívfrøðinginum og politikaranum, Karsten Hoydal, sum varð føddur í Hoydølum í 1912.
Høgni Hoydal kom upp í føroyskan politikk við einum braki í 1998, tá hann varð valdur við met nógvum atkvøðum á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum í Suðurstreymoyar valdømi. Tjóðveldisflokkurin hevði ligið lágt síðani hann í 1989 fór í samgongu saman við Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum. Hann fekk á valinum í 1990 og í 1994 bara fýra tingmenn valdar, sum er tað minsta síðani flokkurin kom á ting á fyrsta sinni í 1950, tá hann fekk tveir mans valdar.
Í 1998 gjørdi Tjóðveldisflokkurin eitt rimmarval, gjørdist størsti flokkur við átta tingfólkum. Høgni Hoydal fekk nógv flestar atkøvður, 1.358 atkvøður – sjey fleiri, enn Atli Dam fekk, tá hann setti met í persónligum atkvøðum í 1990.
Tjóðveldisflokkurin skipaði í 1998 nýggja samgongu saman við Fólkaflokkinum, sum fekk løgmann, og Sjálvstýrisflokkinum. Høgni Hoydal gjørdist varaløgmaður og landsstýrismaður í fullveldismálum, norðurlendskum samstarvi og lógarmálum. Í 2000 gjørdist hann eisini formaður í Tjóðveldisflokkinum.
Høgni Hoydal er valdur á løgting seks ferðir:
1998
2002
2004
2008
2011
2015
Hann er valdur á fólkating fýra ferðir:
2001
2005
2007
2015
Hann er tilnevndur landsstýrismaður fýra ferðir:
1998
2002
2008
2015