Høgni Hoydal: Eingin avkláring enn

Umboð fyri Tjóðveldi sita í hesi løtu og leggja seinastu hond á frágreiðingina, sum skal koma frá flokkinum um lagnuna hjá samgonguni. Hóast ábendingar tykjast vera um, at Tjóðveldi heldur fram í samgonguni, so er endaliga avgerðin ikki fallin enn

- Eg má tíverri siga tað sama, at eg onga viðmerking havi til støðuna enn. Eg eri keddur av tí, eg skilji væl, at tit ótolnast, men vit eru ikki komin til endaligu niðurstøðuna enn, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi

Høgni Hoydal sigur, at hann hevur havt samband við løgmann og Jensi av Rana. Júst nú tosa tey í Tjóðveldi saman um, hvør endaliga niðurstøðan verður ? og so verður hon endaliga almannakunngjørd, sigur hann.

Men nær kunnu vit so rokna við eini fráboðan, spyrja vit Høgna Hoydal...

- Eg hevði ætlað, at tað skuldi verða fyri klokkan 14 í dag, men eg tori kortini ikki at lova tað, sigur Høgni Hoydal.