- Eg vil ikki gera viðmerkingar til ógrundaðar pástandir og brigsl. Um
hinvegin ætlanir og úrslit landsstýrisins higartil verða viðgjørd kritiskt
og grundgevingar ella alternativar loysnir verða lagdar fram, so skal eg
fegin taka lut í einum sakligum orðaskifti, sigur Høgni Hoydal, landstýrismaður.
Óli Jacobsen tók harliga til orðanna í viðmerking í Sosialinum fyrr í vikuni. Hann metti tað sum gekk fyri seg at vera verk hjá fantastum og metti, at vit máttu savnast um eitt nei til fullveldi. Landsins leiðslu sammetti Óli Jacobsen við skip uttan skipara.
Bjørn á Heygum helt Óla taka munnin nakað fullan, men var annars samdur. Hann helt fullveldisætlanirnar vera utopi og veruleikafjarar, tí ov lítið ítøkiligt er á borðinum.
Men Høgni Hoydal heldur hesi álop vera ósaklig og ógrundað. Eisini heldur hann tað vera løgið, at slíkt kemur frá monnum, ið júst eru farnir úr politikki og samgongu seinastu 4 árini.
- Vert er at leggja til merkis, at hetta eru úttalilsir frá persónum, sum
sjálvir hava sitið í samgongu og við ábyrgdini fyri landinum í 4 ár av
teimum seinastu 4 árunum og 8 mánaðunum. So tað skuldi borið til at viðgjørt
samfelagstrupulleikarnar seriøst, heldur Høgni Hoydal.
- Tað eiga tó eisini at verða onnur enn eg, sum skulu meta um, hvørji mál
vórðu rokkin og hvussu politikkur varð førdur í undanfarnu samgongu á øllum
málsøkjum. Og eisini eiga onnur at meta um, hvørji mál eru rokkin í hesi
samgonguni higartil, í mun til tað, sum samgongan hevur sett sær fyri. Tað
skuldi ikki verið trupult at gjørt hetta upp og komið til eina greiða
niðurstøðu, sigur Høgni Hoydal.
Hann er sannførdur um, at bæði fjølmiðlafólk og almenningurin sjálvi
eru før fyri at meta um seriøsitetin og sannleiksvirðið í tí, sum verður
ført fram, og at seta teir røttu spurningarnar.
- Eg eri ikki millum teirra, sum dúva uppá, at fólk eru stuttmint, sigur Høgni Hoydal.
Áheitan
- Annars vil eg enn einaferð inniliga koma við áheitanini um, at vit ikki enda í hesum evindaligu skotgravarópunum. Hugsi ikki, at fólk yvirhøvur tíma at lurta eftir brigsli um hvør gjørdi hvat, ella eftir ógrundaðum pástandum um,
at politisk mótstøðufólk vilja oyðileggja ella bróta niður. Tað kunnu vit jú
skjótt fylla øll bløð og allar fjølmiðlar við í mong ár frameftir, sigur Høgni Hoydal.
- Eg kann skriva undir uppá, at landsstýrið, samgongan og embætisfólkini
arbeiða seriøst við at loysa allar aktuellar trupulleikar í føroyska
samfelagnum og ikki minst við at leggja tryggar framtíðarkarmar um føroyska
samfelagið. Úrslitini mugu Føroya fólk sjálvi meta um. Og sjálvsagt skulu
úrslitini metast í eini heild, tá henda samgongan hevur havt høvi og stundir
at seta sínar ætlanir í verk, sigur Høgni Hoydal, landstýrismaður, í stuttari viðmerking.
Hann leggur dent á, at málsetningarnir eru greiðir hjá samgonguni og eru lagdir púra opið fram.
- Um nakar saknar upplýsingar, viðmerkingar ella útgreiningar um hetta, eru tey altíð vælkomin at gera vart við seg og venda sær beinleiðis til tey, sum vara av, sigur Høgni Hoydal at enda í viðmerking síni til tað, ið ført hevur verið fram í vikuni mótvegis landsins leiðslu og fullveldisætlanini.
Myndatext:
Høgni Hoydal, landstýrismaður, metir útalilsini hjá Óla Jacobsen og Bjørn á Heygum vera ógrundaðar pástandir og brigsl, men sigur seg fegnan luttaka í sakligum orðaskifti