- Tað var eitt álvarsligt mistak hjá mær, sum gjørdi, at útlendingamálið gjørdist ein trupulleiki.
Tað staðfestir Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sum eisini átekur sær alla skyldina av málinum.
Hann sipar til, at tá ið atkvøðast skuldi um at yvirtaka útlendingamálið, varð tað felt tí at fýra tinglimir hjá Tjóðveldi ikki møttu á tingfundi.
Høgni Hoydal heldur ikki at tað er rættvíst, at fýra tjóðveldisfólk á tingi nú eru alment hongd út fyri ikki at røkja sítt arbeiði.
Men sum formaður tekur hann alla skyldina á seg fyri, at øll tingfólkini hjá flokkinum ikki vóru í salinum, tá ið atkvøtt varð.
- Eg hevði ábyrgdina av at samskipa okkara arbeiði og at siga frá, tá ið atkvøðugreiðslurnar komu. Og eg metti støðuna skeivt í skundinum sum var, tá atkvøðast skuldi um bæði tíðarfreistir og tá ið málið beint aftan á kom til atkvøðugreiðslu.
- Tað stutta av tí langa er, at eg helt, at siglast kundi millum skerini, og útlendingamálið kundi samtykkjast við 2. viðgerð, uttan at tað varð tikið sum gísli í tíðarfreistum mótvegis øðrum málum, ið skuldu fremjast.
Men tað var eitt mistak, ásannar Høgni Hoydal.
Tað einasta, hann uggar seg við, er, at hann er sannførdur um, at hetta málið hevði ikki verðið samtykt endaliga kortini, tí val hevði verið útskrivað áðrenn 3. og seinastu viðgerð.
Hann leggur afturat, at eftir valið verður útlendingamálið eitt tað fyrsta málið, tey í Tjóðveldi ætla at fáa framt, tí tað skal sjálvandi á føroyskar hendur.










