Høgni Hoydal: Danska stjórnin er ússalig

- Støðan, sum danska stjórnin tekur í makrelstríðnum ímillum Føroyar og ES, er ússalig.

Tað heldur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

Hann sipar til fráboðanina frá stjórnini um, at hon fer at atkvøða blankt í ES, tá ið atkvøðast skal, um ES skal fáa heimild til at seta tiltøk í verk ímóti Føroyum.

Løgmaður hevur boðað frá, at hann tekur donsku støðuna til eftirtektar, men hann heldur kortini, at betri hevði verið at danska stjórnin atkvøddi ímóti.

- Fráboðanin frá donsku stjórnini sigur bara tað, at danska stjórnin kann skáka sær undan at taka støðu í einum máli, har donsk og føroysk áhugamál ganga beint ímóti hvørjum øðrum, heldur Høgni Hoydal.

Hann heldur, at alt, sum er hent í málinum, er ikki annað enn eitt politiskt arbeiði, sum bert hevur fingið tað úrslit, at danska stjórnin skal sleppa undan a taka ábyrgd av teirri óvirðiligu og óhaldbæru støðu, sum málið er dømi um fyri Føroyar.

- Tað tykist tí, sum at føroyskir fólkatingsmenn og landsstýrið hava nýtt stóra politisku orku til at vera eitt slag av spunasmiðum hjá donsku stjórnini, har alt skal gerast fyri at pynta um avoldaðu hjálandstøðu Føroya.

- Og nú skal Danmark so taka tað ússaligu støðu og atkvøða blankt, sigur formaðurin í Tjóðveldi.

- Men tað hevur als ongan týdning, um málið verður samtykt kortini, leggur hann afturat.

Og hann fer at reisa málið í løgtinginum í morgin, har hann fer at spyrja løgmann um danska stjórnin kann steðga málinum við at atkvøða ímóti.

Hann vil hava at vita frá løgmanni um talan er um eina avgerð, sum krevur, at ES londini eru samd og at Danmark sostatt kann steðga ætlanini við at atkvøða ímóti.

Hann vil eisini hava løgmann at greiða Løgtinginum frá, hvat landsstýrið hevur gjørt í málinum, uttan at taka málið til eftirtektar.