Høgni hevur nógv jørn í eldinum

Høgni Lisberg hevur úr at gera um mánaðarskiftið mai/juni. Hann luttekur á tveimum festivalum, eini stórari danskari útvarpskonsert og einum norðurlendskum tónleika verkstaði, alt innanfyri seks dagar.

Asfalt kunngjørdi herfyri, at Høgni Lisberg verður millum nøvnini á stóra tiltakinum í Tórsgøtu fyrsta vikuskiftið í juni, nú almannakunngerð Spot Festivalurin  í Århus eisini, at Høgni luttekur har. Høgni fer á tann sokallaða singer/songwriter pallin á Spot Festivalinum. Hetta er júst sami pallur, sum Teitur framførdi á, tá hann fekk fyrstu sambondini, ið seinni gjørdust til ein altjóða útgávusáttmála.
 
Spot festivalurin er í døgunum 1. til 3 juni og asfalt er 2. og 3, so her er talan um tvær konsertir á tveimum festivalum í tveimum ymiskum londum innan fyri í mesta lagi 3 dagar. Men hetta verður bert endin á eini sera hendingaríkari viku fyri Høgna Lisberg.
 
Tónleikaverkstaður
Í døgunum undan Spot festivalin luttekur Høgni Lisberg í einum norðurlendskum singer/songwriter verkstaðið, saman við 11 ørðum norðurlendskum listafólkum innan hesa tónleikagrein. Tað er <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Christian Ulf-Hansen&quot;$?$end$!$Christian Ulf-Hansen</st1:PersonName$?$end$!$, umboðsmaður hjá Teitur, ið verður verkstaðsleiðari. Hann heldur somuleiðis fyrilestrar um tónleika ídnaðin. Verkstaðurin verður á Vestbirk Højskole beint við Århus, í døgunum&nbsp; 29. mai til 1. juni. 31. mai spæla tey 12 listafólkini eina konsert, ið Danmarks Radio væntandi fer at senda. <BR>Somuleiðis er ætlanin, at eitt sjónvarpslið skal vera við teimum hesar dagarnar, og gera eina dokumentarsending um sangskriving.
Higartil eru fýra danir: Lars Skjærbæk, Nicolai Funch, Pernille Gunvad og Rene Schmidt, tveir norrmenn: Johanne Ballovare og Magnus Eliassen, ein grønlendari: Simon Lynge og føroyski Høgni Lisberg váttaði á tónleikaverkstaðnum.
 
Ein roynd at skapa sambond
Tað er Roar Amundsen, ið hevur tikið stig til henda tónleikaverkstað í samstarvi við Dansk Rock Samråd. Endamálið er lutvíst at skapa sambond millum listafólk innan hesa tónleikagrein úr ymisku norðurlendsku londunum, geva teimum íblástur, og brynja ungu listafólkini til eitt lív sum yrkislistafólk. Men tónleikaverkstaðurin kann væntandi eisini kunna vanliga fólkið um hesa tónleikagrein