Høgni: Hetta var ikki tað vit ætlaðu (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við liðskiparin hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen

- Nú mugu vit satsa uppá, at B68 ikki klárar tað. Hetta var so ikki tað vit ætlaðu. Orðini eigur liðskiparin hjá 07 Vestur, Høgni Egilstoft Nielsen.

 

Liðskiparin hjá 07 Vestur ásannar, at lagnan er ikki longur í hondunum hjá 07 Vestur aftaná 3-3 javnleikin ímóti EB/Streymi á heimavølli.

 

Høgni Egilstoft Nielsen undirstrikar, at sjálvt um B68 snávar, so mugu teir vinna á Suðringum á útivølli, tí vinnur AB á EB/Streymi og 07 Vestur tapir ímóti Suðringum, so fer AB framum 07 Vestur.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Høgna Egilstoft Nielsen á FM1 aftaná 3-3 javnleikin ímóti EB/Streymur.

 

HERber til at hoyra samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við liðskiparan hjá EB/Streymi, Andras Ó. Olsen.