Høgni í Go’ Morgen Danmark

Í kvøld byrjar Høgni Lisberg á eini lítlari konsertferð í donskum biografum, ið hesum sambandi var Høgni í morgun gestur í morgunsendingini hjá TV2 Go’ Morgen Danmark.

Hesa vikuna verður sera virkin fyri Høgna Lisberg við eini lítlari konsertferð í donskum biografum og luttøku á AME-Reykjavík. Men longu í morgun legði Høgni og bólkur hansara fyri við at spæla í morgunsendingini hjá donskum TV2. Sendingin, ið verður send frá kl. 7-9 danska tíð hvønn gerandismorgun, er vorðin byrjanin á degnum hjá alt fleiri danum. Eisini tey, ið fara eitt sindur seinni upp kunnu fylgja við, tí kl. 9 verður hon endursend. Áður hava bæði Teitur og Eivør spælt í sendingini, og í morgun var tað Høgni, ið royndi seg. Høgni spældi tittullagið av nýggjastu fløguni Morning Dew og eitt spildur nýtt lag Being Out Of Town. Hetta lagið vísti ein heldur lívligan Høgna, og breyt nokkso fitt frá tí, sum vit kenna frá Høgna áður. Eitt sindur Jamirquai kent, men tó við Høgna Lisberg soundi.
Í kvøld kl. 19.00 byrjar konsertferðin í donskum biografum, hon er fyriskipað í samstarvi við Nordisk Film Biografer A/S. Lagt verður fyri í Metropol-biografinum í Keypmannahavn, mikukvøldið kl. 19.00 verður konsert í BioCity í Odense og hóskvøldið kl. 19.00 í Biocity í Århus.
Atgongumerki fáast á www.biobooking.dk ella á telefon 70 13 12 11 millem kl. 9.30 og 21.30. 400 áskoðarar sleppa inn til hvørja konsert. Við í atgongumerkinum á er ein øl sum verður servera ein hálvan tíma áðrenn konsertin byrjar.
Seinastu tíðina hevur alt meira verið at hoyrt til Høgna í Danmark, hann verður spældur rættiliga fitt í donskum útvarpi, her vera serliga løgini Morning Dew og Just Dig spæld.