talv
Greiðasta sigurin fekk bert 8 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági. Høgni verjir FM-heitið frá í fjør, og læt ongan iva vera um sigurin, tá hann vann yngsta bólkin fyri telvarar 10 ár og yngri við fullum stigatali. Rúni Vørmadal og Margar Berg borðreiddu somuleiðis við sannførandi telving. Millum tey elstu vísti Herborg Hansen, at hon avgjørt ætlar sær at blanda seg í FM-stríðið.
Úrslitið gjørdist hetta:
Telvarar 10 ár og yngri:
1Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágs talvfelag (8,0)
2Einar Gregersen, Klaksvíkar Talvfelag (6,0)
3Jóhan Hentze, Talvfelagið Rókur (5,5)
Aldursbólkur 11-12 ár:
1Rúni Vørmadal, Vestmanna Talvfelag (7,5)
2Heiðrikkur Jacobsen, Havnar Telvingarfelag (7,0)
3Báður Jónsson Stórá, Vestmanna Talvfelag (5,0)
Aldursbólkur 13-14 ár:
1Margar Berg, Havnar Telvingarfelag (7,5)
2Bogi Hansen, Klaksvíkar Talvfelag (6,5)
3Hjalti Toftum Jógvansson, Havnar Telvingarfelag (6,0)
Aldursbólkur 15-16 ár:
1Herborg Hansen, Klaksvíkar Talvfelag (7,0)
1Rógva Dragaberg, Klaksvíkar Talvfelag (7,0)
3)Danny Baldursson, Klaksvíkar Talvfelag (2,0)
3)Reidar Egilsnes, Vestmanna Talvfelag (2,0)
3)John Johannesen, Vestmanna Talvfelag (2,0)