Hetta er fjórða fløgan hjá Høgna, og hann hevur flutt seg allatíðina við tónleikinum. Serliga við ‘Haré! Haré!’ í 2009 breyt hann burtur úr nýggjum, og aftur hesuferð hevur hann dugað at gingið nýggjar leiðir.
Meginparturin av konsertini hóskvøldið var tilfar av nýggju fløguni. Tónleikur hansara er framvegis nakað, sum kann kallast fólkarokkur, tó at nýggi tónleikurin samstundis er bæði bleytari og ógvusligari enn fyrr. Tónleikurin er eisini á onkran hátt vorðin størri. Víðkaður. Hann hevur flutt seg frá singer/songwriter til eina størri ljóðmynd.
Onkur hevur sagt, at ein stórur partur av tónleikabólkunum í Føroyum í veruleikanum er tann sami bólkurin, har tónleikararnir bara skifta um at stilla seg fremst at syngja sínar egnu sangir. Høgni hevði ikki færri enn átta mans við sær á pall hóskvøldið, og flestu teirra hava eisini givið út egið tilfar ella spæla í øðrum bólkum. Høgni sjálvur hevur eisini verið í bakgrundini í øðrum bólkum, men hóskvøldið vísti hann enn einaferð, at hann er ímillum mest karismatisku frontmenninar vit eiga. Hetta gjørdist serliga klárt í meira rokkutu sangunum. Innaru forðingarnar vórðu tá tveittar fyri borð, og tað var tað eins og at síggja ein prædikumann, sum støkkur upp, drivin av síni egnu loðandi sannføring, og sum ikki á nakran hátt kann standa stillur. Eins og persónurin varð ein heilt annar, ein leiðari sum ressast, ein menniskjaligur miðdepil - í kontrast til smædna leirvíkingin, táið hann friðarliga tosaði ímillum sangirnar.
Hann lat okkum eisini hoyra bleytu síðuna, tá ið hann framførdi eyma og vakra lagið ‘Under Streetlights’ av nýggju fløguni. Kontrastirnir eru vorðnir størri, heildin er vorðin meiri spennandi.
Hjá tónleikarum, sum regluliga framføra fyri somu áhoyrarafjøld, er tað ofta torført at koma við nýggjum, tí fjøldin vil hava tað, sum hon longu kennir. Hetta var tó ongantíð ein trupulleiki hjá Høgna. Hann spældi mest sum bara sangir av nýggju fløguni, og bæði tilfarð og framførsla vóru so mikið dygdargóð, at eingin kendi á sær, at nakað væntaði. Tó var tað ikki bara nýtt - táið hann var klappaður uppaftur til eitt eykalag, lat hann okkum hoyra ‘Morning Dew’ frá 2006.
Høgni hevur víst seg sum ein visioneran tónleikara. Við hvørjari útgávu og hvørjari framførslu hevur hann flutt seg til eitt meira spennandi stað. Og vit gleða okkum til næstu ferð.