HØGNI frumframførir føroysk løg á G!

Høgni Lisberg letur komandi tíðina frá sær síni fyrstu løg á føroyskum. Fyrsta lagið

eitur "Fólkið í Sprekkunum", og verður tøkt á iTunes og aðrastaðni á netinum 1.

august. Men longu komandi dagarnar kann lagið hoyrast í føroyskum miðlum,

umframt at hettar, og onnur nýggj løg, verða frumframførd á G! Festivalinum.

Við HØGNA á G! Festivalinum spæla Jan Rúni Poulsen (trummur) og Knút Háberg

Eysturstein (Synth).

Høgni gongur í løtuni á Rytmisk Musikkonservatorium í Keypmannahavn, har hann

tekur bachelor í Lagsmíði. Ein útbúgving, ið leggur dent á egna listarliga menning.

Tí hevur Høgni seinastu árini ikki spælt nógvar konsertir, men heldur arbeitt við at

skriva og spælt inn tónleik. Áður hava upp til fýra ár verið ímillum útgávurnar, men

nú er longu tilfar klárt at geva út aftur, eitt ár eftir at fløgan CON MAN varð givin út.

Tónleikurin hjá Høgna livir sítt egna lív úti í heimi og á netinum. Hyggja vit at

youtube hagtølum, so sæst, at tónleikurin hjá Høgna er serliga væl umtóktur í USA,

Canada, UK, Australia og Týsklandi. Seinastu fýra mánaðirnar hevur Høgni haft

upp til 250.000 plays um mánaðan á síni egnu youtube-kanal (youtube.com/

hognilisberg). Øll hendan uppgongd kemst av, at onnur uploads hava verið á

youtube við tónleiki hjá Høgna, ið hava haft so mikið sum +350.000 plays. Eisini er

tónleikurin hesa tíðina spældur yvir 100.000 ferðir um mánaðin á Spotify.

HØGNI gevur í dag sín tónleik út digitalt um allan heim á egnum plátufelag,

Mahogni Music.

Tutl tekur sær av allari fløgusølu.

Um lagið Fólkið í Sprekkunum:

Høgni Lisberg hevur spælt inn og lagt til rættis, Jan Rúni Poulsen hevur spælt

ymiskt klassiskt slagverk, Neil Robert Young hevur spælt inn donsku

strúkarakvartettina, James Thomas hevur endaliga ljóðblandað og Petur Hansen

hevur gjørt permumyndina.

Lagið kann hoyrast umvegis leinkið til soundcloud: soundcloud.com/hogni/

folkid