Tað loysti seg ikki hjá Meginfelag Útróðramanna at kær Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, til Landsstýrismálanevndina. Meirilutin í nevndini metir nevniliga ikki, at landsstýrismaðurin hevur gjørt nakað skeivt.
Kæran hjá Megin Útróðramanna var býtt í fylgjandi trý punkt:
1. Brot á § 22, stk. 41 lógini um vinnuligan fiskiskap um serstaka upplýsingingarskyldu í sambandi við ásetan av fiskidøgum/fiskirættindum
2. Óviðkomandi og ófullfíggjaða eftirkannan av heimildargrundarlagnum fyri íverksetan av átøkum og diskriminerandi inntrivum
3. Villleiðing av løgtinginum
Meirilutin í nevndini, ið er Magnus Rasmussen og Annita á Fríðriksmørk, metir ikki, at landsstýrismaðurin hevur framt brot á lógina um vinnuligan fiskiskap, men metir at landsstýrismaðurin hevur veitt nóg mikið av upplýsingum til tey krøv, ið lógin ásetir av landsstýrismanninum.
Minnilutin, ið er Jógvan Skorheim, ynskir ikki at gera nakra niðurstøðu í málinum, tí hann metir ikki, at nenvdin hevur neyðug arbeiðskor at virka undir.
Les alla niðurstøðuna við at trýsta á her.









