Høgni fekk gávu frá Lars Løkke

Á flokstingi hjá Tjóðveldi í dag fekk Høgni Hoydal, formaður í Tjíóðveldi, eina gávu frá danska forsætisráðharranum.

Á flokstingi hjá Tjóðveldi í Skopun í dag fekk Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, eina bók frá danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen - saman við einari seinkaðari føðingardagsheilsan.

 

Tað var fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldi, Magni Arge, sum hevði føðingardagsgávuna heim við úr Danmark frá danska forsætisráðharranum.

 

Í viðløgdum korti skrivar Lars Løkke Rasmussen soleiðis: "Kære Høgni, forsinket tillykke med 50 års fødselsdagen. Jeg håber, at du blev fejret behørigt af dem, du holder af".

 

Bókin, sum Høgni Hoydal fekk, kallast Marienborg, og snýr seg um hetta slottið í Danmark. Tað eru høvundarnir, Kenneth Bo Jørgensen og Lars Gundersen, sum hava skrivað bókina.